Í fjør vórðu 1045 sjúklingar innlagdir á Suðuroyar Sjúkrahús.
Hetta varð upplýst á borgarafundi í gjárkvøldið um framtíðina hjá Sjúkrahúsinum.
Á fundinum gjørdu Suðuroyingar sítt ítarsta fyri at vísa á, hvussu stóran týdning, sjúkrahúsið hevur.
Hans Petur Nielsen vísti á, hvussu avbyrgd Suðuroy er og at hon tískil er í eini heilt serligari støðu.
Støðan er tann, at einir 15 sjúklingar skulu flytast við tyrlu um árið.
Men einar fimm ferðir er veðrið so vánaligt, at tyrlan fær ikki flogið, tí regulariteturin liggur um 70%.
Tað ganga einir tveir tímar frá tí, at tyrlan verður boðsend, til sjúklingurin kann vera á Landssjúkrahúsinum.
Hans Petur Nielsen segði eisini, at í miðal verða tveir, tríggir sjúklingar innlagdir um samdøgurið.
Men munurin er stórur. Nógvar dagar verður ongin innlangdur, men heilt ofta er eisini talan um seks, sjey innleggingar um dagin og onkuntíð upp í 12.
Onkuntíð hevur verið róð framundir, at Suðuroyar Sjúkrahús kann niðurleggjast, so at sjúklingarnir verða fluttir á Landssjúkrahúsið við tyrlu.
- Men eg loyvi mær at ivast stórliga í, hvussu tað fer at eydnast at fáa tyrluna til Suðuroyar eftir einum sjúklingi fyri sjeyndu ferð í eitt samdøgur í ivaveðri á vetrartíð, segði yvirlæknin.
Hann staðfesti eisini, at landafrøðiliga er himmalvíður munur á sjúkrahúsinum í Klaksvík og í Suðuroy.
- Men politiskt er tað kortini so lætt at koyra tey bæði lítlu sjúkrahúsini í sama pott.
- Sama, hvussu veðrið er, er tað ongantíð meiri enn ein tími ímillum Klaksvík og Havnina í bili.
Hans Petur Nielsen vísti á, at einasta ítøkiliga sparingin, sum verður nevnd í sambandi við at leggja øll trý sjúkrahúsini saman, er, at bæði Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið hava hvør sítt vaktlag við læknum og tí, sum hartil hoyrir.
- Støðan er tann, at meginparturin av føroyingum hevur minni enn ein tíma til tvey sjúkrahús við hvør sínum vaktlagi, staðfestir Hans Petur Nielsen.
Hann heldur, at er veruliga endamálið at rationalisera ”dupultfunktiónir” ímillum Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið, er tað óerligt politiskt spæl, at krónutal ikki verður sett á, hvat hesi vaktløgini kosta á báðum sjúkrahúsunum.
- Við tí spæli, sum nú fer fram, er vandi fyri, at akutta virksemið hjá Suðuroyar Sjúkrahúsið og annars alt sjúkrahúsið sum tað er, detta sundur, sigur Hans Petur Nielsen.
Suðuroyingar
eiga heiðurin
Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, staðfesti, at tað er av størsta týdningi, at sjúkrahúsið varðveitir sína egnu leiðslu.
Á borgarafundinum í gjárkvøldið seðgi, hann at arbeiðið at bjarga kommunulækna skipanini í Suðuroy, er eitt dømi um, hvussu avgerandi tað er, at talan er um eitt sjálvstøðugt sjúkrahús.
Tað var fyri tveimum árum síðani at fari var undir eina ætlan um at bjarga kommunulæknaskipanini í Suðuroy. Annars var vónleyst at fáa kommunulæknar at starvast í Suðuroy, tí teir eru so fáir, at teir koma at hava alt ov nógvar vaktir uttanfyri vanligu arbeiðstíð.
Tí varð ein skipan snikkað saman, har læknar skiftast um at koma uttan eftir á sjúkrahúsið at arbeiða. Eftir vanligu arbeiðstíð halda teir fram at hava vakt, har teir røkja vanligar kommunulæknauppgávur.
Bara í teimum føri, har tað er neyðugt hjá lækna at fara heim til sjúklingar, verður kommunulæknin boðsendir um næturnar og um vikuskiftini.
Samstundis er hetta eisini við til at tryggja virkseminum á sjúkrahúsinum.
- Varð hendan skipanin ikki sett í verk, var ongin kommunulækni í Suðuroy í dag, staðfesti Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hans Petur Nielsen staðfestir, í miðfyrsitingini í Havn var lítil og ongin áhugi fyri hesum.
Hann var sannførdur um, at høvdu suðuroyingar ikki sjálvir stríðst so hart fyri tí, hevði tað heldur ikki eydnast at fingið hesa nýggju skipanina í verk.
Les eisini greinina: Hann fekk ikki umvent suðuroyingar