Heimsins elsti virkni sangari og undirhaldari, 106 ára gamli Johannes Heesters, hevur nú boðað frá, at hann gevst at roykja. Hetta ger hann av reinum kærleika til konuna, tí sum hann sigur, so ynskir hann, at hon skal hava gleði av hansara selskapi so leingi sum gjørligt. Hetta skrivar Ritzau, sum eisini veit at siga, at kona Johannes Heesters, Simona Rethel, er 45 ár yngri enn hollendski sangarin.
Johannes Heesters, sum fyllir 107 ár í morgin, gjørdist kendur sum undirhaldari hjá nazistunum, tá hann sang fyri Adolfi Hitler í 1935. Síðani hevur Johannes Heesters borið fram, at hann harmast um stuðulin, hann veitti týskarunum undir krígnum.
Nú 75 ár seinni syngur og undirheldur Johannes Heesters framvegis, og eftir øllum at døma ætlar hann sær ikki at gevast enn, nú hann leggur siggarettirnar á hyllina.