Tað var í 1895, at týska skipið S/S Principia stevndi til lovaða landið fyri vestan. Á veg til USA gekk leiðin framvið Føroyum. Ólukkutíð so hendi ein spreinging í fýrrúminum, soleiðis manningin mátti flýggja fram í stavn á skipinum. Har sat manningin so í einar tvær vikur, áðrenn skipið endaðI sínar dagar og sakk við Søltuvík á Sandoynni. Ì fyrsta atløgu sluppu tríggir við lívinum, men skjótt var bert ein av hesum á lívi.
Hann rak fyri vág og vind á opnum havi liggjandi á einari lastalúka, sum hann nýtti sum flaka. Hann hevur rikið norðureftir við streyminum fram við Koltri og suður aftur um Heystfjørð, og endin var, at hann varð funnin av bóndanum í Kirkjubø. Tað sigst, at tá bóndin kom á mannin, so mátti hann kalla bróta hann leysa frá lúkanum, tá hendur hansara vóru so fastlæstar.
Tað eydnaðist bóndanum og øðrum í Kirkjubø at fáa lív aftur í mannin við at fjálga um hann, og eftir eina tíð kom hann fyri seg aftur. Hann steðgaðI í Kirkjubø eina tíð, áðrenn hann legðI leiðina aftur til Týsklands.
Í Týsklandi var ikki hann væl móttikin, og fleiri morðroyndir vórðu framdar móti honum. Orsøkin til hetta var, at skipið var tryggjað sum um, at tað var lastað við gulli. Hetta visti maðurin, men eigararnir av skipinum vildu verja síni áhugamál.
Maðurin vitjaðI tó aftur í Kirkjubø. Tey, sum hava vitjað í Kirkjubø kenna óivað alt til søguna, tá lastalúkan, sum maðurin nýtti sum flaka, enn verður nýtt sum borðpláta í Kirkjubø.
Ævintýr
Søgan um Principia hevur verið kend í Føroyum í nógv ár. Tað eru nógv ár síðani, at tað varð staðfest hvar skipið lá.
Ein av teimum, sum eisini gjørdist hugtikin av søguni er Toni Dam úr Havn. Toni er sjálvur kavari, og hann hann helt hetta vera so mikið spennandi, at hann skipaðI fyri at fáa hendur á akkerunum hjá skipinum. Tað er nemliga soleiðis, at orsaka av spreingingini og øðrum, so er ikki nógv eftir av skipinum, men akkerini eru tó at finna.
Eisini onnur hava víst akkerinum áhuga, m.a. borgarstjórin á Sandi.
Í juni mánaði fóru teir fyrsta túrin niður eftir einum akkeri. Støðan er nemliga tann, at skipið hevðI trý akker umborð, tá tað sakk. Toni sigur, at hetta við at hava trý akker var vanligt.
Mikudagin var so farið niður aftur. Akkerini lógu á 35 metra dýpi. Tað var tó heldur eingin hissini uppgávu, sum bíðaði teimum. BæðI akkerini sótu rimmarføst. So mikið føst, at neyðugt var at spreingja tey leys. Við serkønari vitan eydnaðist tað teimum at spreingja tað eina akkerið leyst. Teir varnaðust, at hitt akkerið var so mikið illa farið, soleiðis at tær valdu at lata tað liggja eftir.
Akkerið varð hála upp og siglt til Havnar, har tað varð tikið upp á land.
Alt sjálvboðIð
Við á ferðini henda mikudagin vóru 13 kavarar. Toni sigur, at alt arbeiðIð varð gjørt sjálvboðIð. Tað krevur heldur ikki lítið at fara undir eina tílíka verkætlan. Eitt nú spreingingin kravdi nógv arbeiðI og servitan. Eisini skuldi fólkið siglast aftur og fram, eins og tað stóra og tunga akkerið skuldi fáast til Havnar.
KavaraliðIð vórðu tó væl stuðlaðir av CC Johansen, Tórshavnar Skipasmiðju og Dragaberg.
-Tað, at alt verður gjørt sjálvboðIð er eisini tað sum ger verkætlina spennandi, sigur Toni Dam.
Toni sigur eisini, at hann hevðI eitt sera gott lið av kavarum við sær, og hesir hava eisini verið virknir kavarar í nógv ár, summir í heili 35 ár. Uttan góðar kavarar hevðI tað ikki borið til at gjørt hetta, sigur Toni.
Toni ætlar tó ikki at gevast á hondum. Fleiri verkætlanir standa fyri framman, m.a. skipið úr søgnini um Rannvu, sum sakk við Skúvoynna, heldur Toni kundi verið ein spennandi verkætlan.
Sum nú er liggur tað gott 3 tons tunga akkerið uttanfyri Marinustøðina í Havn. Ætlanin er eisini, at akkerið framyvir skal eiga eitt pláss á Marinustøðini.