Fyribils uppgerðin fyri landsskatt í 2018 vísir, at tað, hvat inntøkum viðvíkur, hilnaðist væl.
Samlaði landsskatturin var 1.546.989.621 krónur. Tað er 108.123.945 krónur fleiri enn í 2017. Lutfalsligi vøksturin var 7,51 prosent.
Í fíggjarlógini fyri 2018 varð roknað við, at landskassin fór at fáa 1.465.400.000 krónur í landsskatti.
Fyribilsuppgerðin hjá TAKS fyri 2018 vísir, at landsskatturin í 2018 var umleið 82 milliónir krónur hægri, enn tað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 varð roknað við.
Tá ið uppskotið til fíggjarlóg fyri 2019 síðst í september í 2018 varð lagt fram, metti Fíggjarmálaráðið, at inntøkurnar av vanligum landsskatti í 2018 fóru at verða 1.498.000.000 krónur. Fyribilssamanteljingin fyri alt árið vísir, at skattainntøkan hjá landskassanum er 49 milliónir krónur hægri, enn tað í september varð roknað við.
Í desember var vøksturin 11,57 prosent. Bara í einum øðrum mánað var lutfalsligi vøksturin størri enn so. Tað var í mai, tá ið hann var 12,17 prosent.