108 ára oyðimarkargongd av

Chicago Cubs eru meistarar fyri fyrstu ferð síðani 1908

 Chicago Cubs eru á fyrsta sinni síðani 1908 meistarar í amerikanskum baseball. Teir hava verið gandaðir síðani 1945 og hava ikki verið í finaluni síðani.

Felagið er kent sum fittu tapararnir í baseball, men tað broyttist alt í nátt, tá Chicago Cubs vann sjeynda og avgerandi finaludystin móti Cleveland Indians. Samanlagt vann Chicago Cubs ”World Series” finaluna 4-3, eftir at hava verið aftanfyri 3-1 eftir fjórða finaludystin.

Tað er annars tiltikið, at Chicago Cubs hevur verið gandað síðani 1945, tá barr eigarin William Sianis og geitin hjá honum blivu tveitt út av leikvøllinum, tí geitin luktaði so illa. Seinasta heilsanin hjá honum var, at Chicago Cubs fór ikki at vinna ”World Series” aftur.

Gandaorðini hava fingið størri og størri týdning fyri hvørt ár, sum Chicago Cubs ikki hevur vunnið ”World Series”. Í nátt bleiv lívið so tikið av gandakendu ”Billy the goat”.