Minst 11 fólk doyðu, og umleið 100 vórðu særd av einari harðari spreinging Oktjabrskaja-undirgrundarstøðini í hvítarussiska høvuðsstaðnum Minsk seinnapartin. Støðin er nærhendis stjórnarskrivstovunum. Tað er ógreitt, um talan er um yvirgang, men ein starvsmaður hjá trygdartænastuni sigur við russisku tíðindastovuna Interfax, at ymiskt bendir á, at talan er um eina bumbuspreinging.
Nøkur eygnavitni hava greitt tíðindastovunum frá, at spreingingin var í einum toki, men onnur siga, at spreingingin var á sjálvari støðini.
Ein talsmaður fyri Alexander Lukasjenko, forseta sigur, at forsetin hevur boðsent ovastanum fyri fregnartænastuna, borgarstjóranum í Minsk og løgregluovastanum í býnum á kreppufund á forsetaborgini.