11 deyð í álopi á hotell

Minst 11 fólk doyðu, tá ein sterk bumba brast uttan fyri hotellið Pearl Continental í pakistanska býnum Peshawar seinnapartin Pakistanska løgreglan sigur, at ein lastbilur við vápnaðum monnum koyrdi ígjøgnum girðingina, sum er rundan um hotellið.

Minst 11 fólk eru deyð, og næstan 90 eru særd, sigur løgreglan.

Menninir skutu eftir trygdarmonnunum, sum stóðu við hotellið, og tá lastbilurin kom til høvuðsdyrnar, fór hann í luftina.

Sjónvarpsmyndir vísa, at eldur er í hotellinum, sum er illa farið av spreingingini.