11 filmar um brúdleyp

Brúdleypið er ein stór hending í lívinum, og tað kann eisini verða grundarlag fyri drama og skemti í stóru filmum. Her eru 11 filmar, sum onkursvegna snúgva seg um brúdleyp – kanska gott sum íblástur ella ávaring, um stóri dagurin er fyri framman

1. Four Weddings and a Funeral

Hesin enski skemtifilmurin mann verða millum teir bestu filmarnar, sum innihalda brúdleyp. Her eru tað vinfólk, sum savnast til fýra brúdleyp, og so endar alt við eini jarðarferð. Hetta var filmurin, sum gjørdi Hugh Grant til eina stóra stjørnu. Ætlanin var, at Julia Roberts skuldi spæla við eisini, men hon gav avboð, og so fekk Andy Macdowell kjansin ístaðin.



2. The Graduate

Filmurin er kendur fyri afferuna millum unga Dustin Hoffmann og tilkomnu Anne Bancroft. Í filminum er kend pallseting, har Hoffmann steðgar brúdleypinum hjá dóttir Bancroft – pallsetingin er brúkt í øðrum filmum, sum hava gjørt gjøldur við henni.



3. My Best Friend’s Wedding

Julian Roberts má verða onkrastaðni í rúgvuni, tá ið tað snýr seg um brúdleypsfilmar. Í hesum filminum roynir hon at steðga brúdleypinum hjá sínari bestu vinkonu, sum verður spæld av Cameron Diaz. Byrjar tað fløkt, jamen, so endar tað kanska eitt sindur minni fløkt.


4. My Big Fat Greek Wedding

Filmurin byggir á veruligar hendingar. Ein griksk kvinna verður forelskað í einum yvirklassa amerikanara, og tað er ikki bara einfalt. Filmurin varð í uppskoti til Oscar virðisløn fyri mest orginala handrit, og filmurin spældi milliónir inn í kassan hjá framleiðslufelagnum.


5. Father of the Bride

Ein endurinnspæling av filmi við Spencer Tracey. Her er tað Steve Martin, sum er pápi brúðrina, og nógv – rættiliga nógv – gongur galið hjá honum, tá ið dóttirin skal giftast. Filmurin snýr seg meira um leiklutin hjá foreldrum í sambandi við brúdleyp, og so er ikki at gloyma Martin Short, sum er tann geniali fyrireikarin av brúdleypinum í hesum filminum.


6. Muriel’s Wedding

Hetta er ikki ein av teimum burturav lukkuligu, ljósareyðu brúdleypsfilmunum úr Hollywood. Ein sterkur filmur, sum tekur upp evni sum sjálvmorð, krabbamein og at fylgja tínum hjarta.



7. The Wedding Planner

Tað er drama fyri allar pengarnar, tá ið Jennifer Lopez, sum fyrireikar eitt brúdleyp, verður forelskað í komandi manninum hjá hennara kunda. Í veruliga lívinum giftist Lopez tvær ferðir, meðan manniligi høvuðsleikarin í hesum filminum, Matthew McConaughey skal verða væl egnaður til slíkar filmar, hóast hann ikki er giftur.


8. The Wedding Singer

Adam Sandler spælir leiklutin sum brúdleypssangari av ringasta slag. Hann var sjálvur narraður frammanfyri altarið, og tað kemur hann ikki yvir. Men so hjálpir tað sjálvandi, at hann hittir sjermerandi barrvørðinum. Drew Barrymore.


9. Sex And The City

Tað mátti henda – Carrie Bradshaw skal giftast við sjeikinum Big. Men hvussu verður tað, tá ið fría lívið við vinkonunum í New York verður álvari. Stóri spurningurin er sjálvandi, um brúdleypið verður so ljósareytt hóast alt.



10. Runaway Bride

So var hon aftur her – Julia Roberts. Her spælir hon leiklutin sum kvinnan, sum so fegin vil giftast, men ongantíð torir at taka avgerandi stigið. Hon verður kend, tí hon er rýmd frá fleiri monnum i evstu løtu, men so er tað, at Richard Gere kemur upp í leikin, og so er einki, sum teir plagdi at verða.


11. 27 Dresses

Katherine Heigl spælir kvinnan, sum altíð er til reiðar sum brúðargenta í flottum kjólum. James Marsden skal skriva eina grein um hana og hennara mongu kjólar, og so er spurningurin, um Heigl torir at taka stigið sjálv.