Tveir slysskjúttar skutu 11 løgreglufólk undir eini mótmælisgongu í Dallas í nátt. Fimm av løgreglufólkunum eru deyð, hinir seks eru løstaðir.
Mótmælisgongan var til frama fyri at steðga harðskapinum hjá løgreglufólkum móti svørtum amerikanarum.
Sambært løgregluni loystu slysskjúttarnir skotini frá eini høvd, áðrenn teir sluppu sær til rýmingar. Teir eru tó seinni handtiknir, saman við einum øðrum manni. Ein fjórði hevur skansað seg inni í einum parkeringskjallara.
Tað er eftir at løgreglan í USA seinastu dagarnar hevur skotið tveir ungar svartar menn. 37 ára gamli Alton Sterling varð týsdagin dripin av løgregluni í Baton Rouge í Louisiana, meðan 32 ára gamli Philando Castile varð skotin mikudagin í Minnesota.
Seinastu árini hevur nógvur ófriður verið millum løgreglufólk og afroamerikanarar, eftir fleiri støður, har ungir svartir menn eru dripnir av løgregluni undir heldur ivasomum umstøðum. I 2014 varð 12 ára gamli Tamir Rice skotin av løgregluni í Cleveland og í august var 18 ára gamli Michael Brown skotin í Ferguson. Eric Garner varð dripin í New York í desembur 2014, Freddie Gray í Baltimore í apríl 2015 og Sambært the Guardian hevur amerikanska løgreglan dripið 560 fólk higartil í ár og 15 seinastu vikuna.
Undir herrópinum Black Lives Matter, svørt lív hava týdning, eru rasukjakið aftur vorðið háaktuelt í USA og túsundtals fólk hava luttikið í mótmælisgongum um alt USA seinastu dagarnar. Tey vilja vera við, at løgreglan ger mismun á fólki og at fleiri av teimum dripnu høvdu verið á lívi, um tey bara vóru hvít. Barack Obama, forseti, hevur eisini luttikið í kjakinum og ásannar, at amerikanska løgreglan hevur ein rasismutrupulleika.
Maðurin, sum hevur skansað seg inni í parkeringskjallaranum er í samráðingum við løgregluna, men hevur eisini skotið fleiri ferðir eftir henni. Hann vil eisini vera við, at bumbur liggja ymsa staðni í býnum og í parkeringskjallaranum.
800 fólk luttóku í mótmælisgonguni í Dallas, meðan 100 løgreglufólk vóru á varðhaldi.