Í morgun veit tíðindastovan Tass at siga, at ein spreinging hevur verið í einum goymslubygningi einar 50 kilometrar í ein landnyrðing úr Moskva.
Sagt verður, at í goymsluni var spreingievni og útgerð, og 11 fólk fingu løstir í spreingingini.
Í morgun sigur borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, at tvær álopsdronur, sum í nátt vóru á veg móti russiska høvuðsstaðnum, eru skotnar niður av russisku loftverjuni.
- Onnur dronan varð skotin niður í Domodedovo-økinum og hin við Minsk-vegin, sigur borgarstjórin á Telegram.
Ongar fráboðanir eru um deyð, løstað ella materiellar oyðileggingar í sambandi við niðurskjótingina av dronunum.
Borgarstjórin sigur einki um, hvør stendur aftanfyri álopið, men tíðliga í morgun sigur russiska verjumálaráðið, at tað er Ukraina, ið stendur aftanfyri álopið.
Dronu-álopið í nátt er í minsta lagi hitt triðja nærindis russiska høvuðsstaðnum í eina viku.
Tað var hin 30. juli, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ávaraði um, at nú fór "kríggið" eisini at koma til Russlands, og at málini fóru at vera ímyndarlig og hernaðarlig, sum forsetin tók til.
Dagføring:
Seinni í morgun ljóðaðu tíðindini úr russiska verjumálaráðnum, at talið av løstaðum í sambandi við spreingingina var komið upp á 16 - og ikki 11, sum varð sagt fyrr í morgun.
##med2##