Um tað er tí at taxabilarnir eru vorðnir ov dýrir, ella tað bara er lættari at preia ein politibil, sigur søgan onki um.
Ikki færri enn 11 mans vóru so dýrandi fullir hetta vikuskiftið, at teir funnu ikki heim í songina sjálvir. Tí mátti politiið fáa teir upp á beinini aftur og koyra teir til hús. Hetta var bæði í Havn, í Eysturoynni og í Klaksvík.
- Vit vilja helst ikki hava hesar fullu menninar inn á støðina at sova. Tað brúka vit meira til teir, sum eisini eru óðir og harðligir. Tí royna vit altíð at fáa somikið av lív í teir, at vit kunnu koyra teir heim til sín sjálvs, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn við Portalin.
Hann fortelur eisini, at tað ofta hendir, at rúsaðu menninir liggja onkrastaðni og sova, og hýruvognarnir skilliga ikki vilja hava teir upp í bilin. Tí verður politiið boðsent.