1,1 milliónir jødar doyðu í Auschwitz

Í dag eru 70 ár liðin, síðani russiskir hermenn náddu týningarleguna Auschwitz-Birkenau, og bjargaðu teimum, ið enn eftir vóru.

27. januar eru 70 ár liðin síðani russiskir hermenn komu inn í týningarleguna Auschwitz-Birkenau í Póllandi. Tó at 7.000 yvirlivandi fangar vóru eftir í týningarleguni, so gjørdist tað skjótt eyðsæð, at stórir ræðuleikar vóru farnir framm har.

 

Auschwitz-Birkenau, ið var ein fangalega samansett av fleiri týningarlegum og arbeiðslegum, rúmaði upp á tað mesta 200.000 fangum. Einans fáar dagar áðrenn reyði herurin náddi Auschwitz, høvdu nazistarnir sent 58.000 fangar á eini gongu vestureftir, í frosti og kava, til aðrar týningarlegur, samstundis sum týski herurin flýddi undan russisku hermegini.

 

Týningarlegan Auschwitz-Birkenau varð bygd við einum endamáli fyri eyga, at gera ein enda á jødiska trupulleikanum í triðja ríkinum, sambært SS-ovastanum Heinrich Himmler.

 

Týnining í Auschwitz var væl skipað, og nógv av okkara felags kunnleika til týningarlegurnar, er frá umstøðunum í Auschwitz. Tok komu fullastaði við fangum, fyrst og fremst jødum, inn á tokstøðina. Síðani vóru tvær røðir gjørdar, ein við konufólkum, ein við mannfólkum. Læknar kannaðu allar nýkomnu fangarnar og býttu teir í tvey. Meginparturin av fangunum, oftast tey veiku, sjúku og gomlu vóru send beinleiðis í deyðan í gasskømørunum, tey fáu frísku skuldu nýtast sum arbeiðsmegi. Nøkur fá endaðu í klørnum á Dr. Josef Mengele, ið gjørdi ymiskar læknaligar kanningar við fangunum. Í øðrum týningarlegum var eingin tílík fráskiljan, øll vóru send beinleiðis í deyðan.

 

Fleiri enn 1,1 millión jødar, 70.000 polakkar, 25.000 roma og 15.000 krígsfangar vóru myrdir í Auschwitz-Birkenau.