11 ára gamal í skúla við skammbyrsu

Løgreglan í amerikanska statinum Utah tók fyrradagin ein 11 ára gamlan drong, sum var komin í skúla við einari skammbyrsu. Sjónvarpið Fox News sigur, at drongurin hevði skammbyrsuna í taskuni, men at hann hevði vísti nøkrum av floksfeløgunum hana í einum fríkorteri. Floksfelagarnir søgdu lærarunum frá, og so kom løgreglan og tók drongin og skammbyrsuna, sigur sjónvarpið Fox News.

Sambært sjónvarpinum høvdu foreldrini biðið drongin taka byrsuna við sær í skúla. Hetta var tríggjar dagar aftan á hendingina í Newtown, og drongurin greiddi løgregluni frá, at hann hevði byrsuna við sær, so hann kundi verja seg.

Tann 11 ára gamli drongurin er nú í einum ungdómsfongsli. Hann kann koma fyri rættin, og harafturat kann skúlin vísa honum burtur. Samstundis kannar løgreglan leiklutin hjá foreldrunum, sigur Fox News.