11 sveinar fingið prógv

Í dag fingu 11 sveinar prógv á TSK í Klaksvík í maskinfakinum

Fyri at halda tilmælini sluppu sveinarnir einans at hava trý fólk við sær til prógvhandanina – ein frá læruplássinum og tvey heimanífrá.

Hóast hetta, var tað ein sera hugnalig løta við felagssangi og røðu frá Ísaki Mikladal, ið dagliga starvast hjá Klaksvíkar Sleipistøð, har fimm sveinar úr hesum flokkinum eru í læru, skrivar TSK á facebookvanganum.

Á floksmyndini síggjast sveinarnir. Frá vinstru á aftara rað eru: Jógvan Andrias H. Joensen, KSS, Torkil Poulsen, Áway Service, Óli Jógvansson, KSS, Jógvan Gullaksen, Pomek, Heri Z. Samuelsen, KSS, Esmundur L. Sørensen, KSS.

Á fremru rað frá vinstru eru: Eyðun Josephsen, KSS, Harald Østerø, Pomek, Sofía J. Rasmussen, Andersens Beding, Hans Jákup J. Lervig, KJ Hydraulik og Eliesar Høj, Mest.

##med2##

##med3##