Formansskapur Løgtingsins hevur lagt fram á ting uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2024.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at eftir § 11 í umboðsmanslógini skal umboðsmaðurin lata Løgtinginum ársfrágreiðing um arbeiði sítt, og verður henda frágreiðing síðani almannakunngjørd áðrenn 1. juli á hvørjum ár.
Hetta er tann 24.ársfrágreiðingin, sum umboðsmaðurin hevur latið Løgtinginum.
Ársfrágreiðingin hjá umboðsmanninum verður løgd fyri Løgtingið sum uppskot til samtyktar, sum verður beint Rættarnevndini eftir 1. viðgerð.
Í 2024 fekk umboðsmaðurin 115 klagur. Av hesum vórðu 91 endaliga avgreiddar innan 31. desember.
Harumframt vórðu avgreiddar 13 klagur frá undanfarnum árum. Talið av klagum var eitt sindur hægri enn árini 2021-2023, men á støði við talið av klagum í 2020, tá nógvar klagur vóru í sambandi við covid-19.
Av teimum 104 klagunum, sum vórðu avgreiddar í 2024, endaðu 11 við niðurstøðum í antin áliti ella skrivi. 63 klagur vórðu avgreiddar við aðrari viðgerð enn niðurstøðu frá umboðsmanninum, meðan 30 klagur vórðu avvístar uttan viðgerð.
Í 2024 vórðu givnar átalur í 7 málum.
Í 2024 tók umboðsmaðurin 6 mál upp av egnum ávum, harav 4 vórðu endaliga avgreidd í 2024.
Harumframt endaði umboðsmaðurin eitt mál av egnum ávum, sum var byrjað í 2023.
Umboðsmaðurin hevur sum liður í virksemi umboðsmansins á barnaøkinum verið á eftirlitsvitjan á trimum stovnum og á tveimum røktarheimum, sum hava deildir til fólk við demens. Samandráttir av frágreiðingunum frá vitjanunum eru í ársfrágreiðingini.
Rakar umboðsmaðurin við lýti í galdandi lógum, fyriskipanum ella umsitingarligum avgerðum, skal hann boða Løgtinginum og viðkomandi landsstýrisfólki frá hesum. Ein tílík fráboðan er latin Løgtinginum í 2024.
Málið er umrøtt á bls. 37 – 38 í ársfrágreiðingini. Ársfrágreiðingini hjá Umboðsmanninum kann lesast her