119 skip í ein mánað

Ongatíð áður hava so nógv skip vitjað í Fuglafjarðar Havn sum í juli mánaði í ár.

Í juli mánaði vóru 119 skipavitjanir á Fuglafirði, harav tey 35 vóru útlendsk.

- Hetta er tað hægsta talið í ein einstakan mánað, verður sagt úr Fuglafjarðar Havn.

Tað var kortini ikki bert í talinum av skipum at nógv virksemi var. Brutto tonsatalið í farna mánaði var 224.000 tons, harav tey 140.000 vóru útlendsk.

Hetta var samstundis næstbesti mánaðurin í tonnagu nakrantíð.

Um hugt verður eftir hagtølunum fyri Fuglafjarðar Havn, sær ein eisini greitt ta menning, sum her hevur verið tey seinnu árini.

Í juli mánaði 2008 vitjaðu 62 skip her, og í 2009 66 skip, meðan talið í 2011 er nærum tvífaldað til 119 skip.

Tað er oljuterminalurin hjá Effo, frystiterminalurin hjá Bergfrost og Nóta- og Trolvirkið Vónin, ið standa fyri øktu skipavitjanunum.