12,9 milliónir til Eysturskúlan

Húsaumsitingin hevur verið í gongd við umvælingarnar á Eysturskúlanum í eina tíð. A- og B-lonirnar í Eysturskúlanum eru liðugt umvældar, og nú verður farið í holt við C-lonina Til innbodna lisitatión komu tvey tilboð inn, og Sp/f Karstin A. Joensen, byggimeistari í Kollafirði, átti tað lægra upp á góðar 12,9 milliónir krónur, og býráðið hevur valt at tikið av tilboðnum.

Talan er um rættiliga umfatandi arbeiði, sum tí ikki bert verður mett sum viðlíkahald, men líka nógv sum ein íløga í dagføring.

Arbeiðið verður tí fíggjað partvíst sum ein íløga og partvíst sum umsiting av skúlabygningum.