12 føroyskar sofur

12 føroyskir sniðgevar hava gjørt hvør sína sofu frá sama útgangsstøði. Úrslitið er 12 heilt serstakar sofur.

Fríggjakvøldið 12. juni – Mentanarnáttina – og tær báðar næstu vikurnar, standa 12 sofur á framsýning á ovaru hædd í húsinum hjá Öström á Skálatrøð í Havn. Framsýningin hevur heitið "12 føroyskar sofur"

 

Framsýningin er úrslitið av eini verkætlan hjá 12 føroyskum handverkssniðgevum, ið sum íverksetarar yvirhøvur royna at liva av síni handverkslist og vilja skapa føroyingum og gestum teirra eitt fjølbroytt og spennandi tilboð.

 

12 føroyskar sofur er ein verkætlan, ið spratt í fjør vár, tá ið nakrir listahandverkarar fingu ta hugskot at sniðgeva hvør sína sofu at sýna fram Mentanarnáttina og tvær vikur fram.

 

Framsýningin verður sett, fríggjadagin 12. juni klokkan 17.

 

Allar sofurnar eru grundleggjandi sama slag. Tað vil siga, at stellið og støddin eru eins, og ryggpúturnar og madrassurnar eru í sínum støði eins, men úrslitið er 12 heilt serstakar sofur, ið eru púra ólíkar. Ólíkar, tí tær í sjálvari skapanartilgongdini eru listhandverk hjá 12 ymiskum listafólkum. 12 sniðgevar, ið dagliga arbeiða við glasi, leiri, leðri, veving og binding. Sniðgevar, sum hvør í sínum lag hava skapað júst tað, teimum dámar best.

 

Teir 12 sniðgevarnir – allir kvinnur – bóðu Tekniska Skúla í Havn smíða sær 12 sama slag stell og Møbilverkstaðin hjá Jóhannesi Bláfoss í Havn gera botn, ryggpútur og filtur, og so fóru tær at skapa og sniða, inntil tær fingu hvør sína stássofu. 12 sofur, ið nú prýða hølini hjá Öström á Skálatrøð.

 

Handverkssniðgevarnir, ið hava skapað tær 12 sofurnar eru: 

Mikkalina Norðberg, Mikkalina Glas
Kára Gunna Óladóttir og Óluva Johannessen, No 10
Poulina Jóanesardóttir, Vevstovan
Sissal Kristiansen, Shisa Brand
Malan Fossaa, Fossaa
Elin Lindenskov, Elinsa
Beinta Karbech Mortensen, Tekniski Skúli, Klædnaástøði breyt
Jórun Høgnesen, Jórun Høgnesen Designer-Maker
Majbritt Jakobsen, Marjun Heimá
Erla Matras Jensen, Erla Handmade
Jóhanna av Steinum, Steinum
Ann Højgaard Slot, Heimkaer