12 fólk úr Póllandi deyð og 31 særd í bussvanlukku í Kroatia

Ein pólskur bussur fór út av vegnum í norðara Kroatia á veg ímóti Zagreb. 12 fólk doyðu

 

Bussurin fór út av vegnum á einum motorvegi í norðara parti av Kroatia tíðliga í morgun. 12 doyðu og 31 fingu skaða. - Foto: Damir Sencar/Ritzau Scanpix

12 fólk doyðu, tá ein bussur úr Póllandi fór út av vegnum í Kroatia tíðliga í morgun. Tað upplýsir stjórin í kroatiskar bjargingartænastu.

31 onnur fingu skaða, tá bussurin fór út av. Av teimum eru 18 álvarsliga skadd.

– Øll fólkini eru pólskir ríkisborgarar, tað kunnu vit nú vátta, sigur ein talsmaður fyri pólska uttanríkisráðið við pólskt sjónvarp.

Bussurin var fyri vanlukkunum í landnyrðingspartinum av Kroatia klokkan 5.40 í morgun. Hann var komin um markið til Kroatia úr Ungarn á veg til høvuðsstaðin Zagreb, sum er 60 kilometrar frá vanlukkustaðnum, skrivar tíðindastovan dpa.

Ferðafólkini í bussinum vóru átrúnaðarligir pílagrímar, sum vóru á veg til Bosnia. Har skuldu tey vitja ein katólskan halgidóm í syðra parti av landinum, sigur innanríkisráðharrin í Kroatia.

Løgregla og bjargingarfólk eru á staðnum og hava avbyrgt vegin, upplýsir kroatiska løgreglan fyri Reuters.

Kroatiskir myndugleikar í ferð við at kanna, hví bussurin fór út av vegnum. 

Sambært kroatiskum sjónvarpið halda myndugleikarnir fyribils, at førarin er sovnaður handan róðrið.

Hendan bussvanlukkan er ikki tann fyrsta í Kroatia í summar.

Í juli doyðu 10 ferðafólk úr Kosovo, í eini bussvanlukku á einum motorvegi eystaliga í Kroatia.

Fleiri milliónir ferðafólk hava vitjað Kroatia og landsins longu strendur í ár. Talið av ferðafólkum er aftur á sama støði, sum fyri koronufarsóttina, hava kroatisku myndugleikarnir upplýst.

/ritzau/Reuters

 

Bussurin fór út av vegnum á einum motorvegi í norðara parti av Kroatia tíðliga í morgun. 12 doyðu og 31 fingu skaða. - Foto: Damir Sencar/Ritzau Scanpix