12. Maður í nógvum mótvindi

Ætlanin var at skipa fyri sama tiltaki, sum skipað varð fyri, tá Italia vitjaði í Havn í juni. Vit ætlaðu at hava stórt tjald við Gundadalshøllina, og høvdu søkt um at sleppa at skeinkja øl. Eitt slíkt tjald er sera kostnaðarmikið, og tad skuldi øl-sølan m.a. fíggja

Tjaldið skuldi tryggja, at fólk kundu standa í turrum umhvørvi saman við hugnaligum livandi tónleiki, anlitsmáling og sølu av fløggum, turrukløðum, húgvum o.ø. Vit vita jú hvussu veðrið kann arga okkum, og tí vóru fólk sera fegin um hetta tjald.

Eftir tiltakið í juni fingu vit nógv rós frá mynduleikum og fólki annars, um at hettar var eitt væleydna tiltak og alt fór siðiliga fram. Fólk heittu á okkum um at skipa fyri slíkum tiltaki aftur.

Tað eru 3 vikur síðan vit søktu loyvisnevndina um at sleppa at skeinkja veikt øl, og svarið kom týsdagin. Svarið er einfalt: Vit sleppa ikki at skeinkja øl, tí so koma vit út á eina ”glíðibreyt”. So skulu øll fótbóltsfeløg í Føroyum hava loyvi at skeinkja øl til teirra dystir!

Og orsøkin til at vit fingu loyvi seinast, var tí tað vóru heimsmeistararnir vit spældu móti. Og felagið hevði 10-ára føðingardag.

Hesuferð eru tað vara-heimsmeistararnir sum vitja (sum eisini er ein fótbóltsrisi) og vit halda enn 10-ára føðingardag(1997-2007).

So vit standa spyrjandi, og skilja als einki. Ein sera veik grundgeving at koma við frá loyvisnevndini, halda vit.

Nevndin hevur brúkt sera nógva tíð og orku at fyrireika hetta tiltak, og væntaði, eftirsum tað gekk so væl seinast, at fáa loyvi at selja øl aftur hesuferð.

Vit hava mist alla vón um at fáa tiltakið at bera seg, og hava tí avgjørt ikki at seta nakað tjald upp, ei heldur skipa fyri nøkrum øðrum tiltøkum. Vit eru so skuffaðir nú, at vit hava ikki orku at skipa fyri nøkrum hesuferð.

Vit vilja hervið biða orsaka til limirnar fyri hesu støðu, vit eru í nú. Vit mugu bert finna uppá okkurt nýtt næsta ár. Kanska vit sleppa at skeinkja øl aftur um 5 ár, tá vit hava 15-ára føðingardag, hvør veit….livst so spyrst !

Til tykkum, sum hava møguleika at vitja SMS og ogna tykkum atgongumerkið, góðan dyst !

Síggjast í Italia í november !