12 mál er á skránni, harav tvær 3. viðgerðir, 2. viðgerðir og 3 mál eru til fyrstu viðgerð í morgin. Tey eru um broyting í tingskipanini, um at geva uttanlandsnevnini hjá Løgtinginum víðari heimildir, uppskot til eykajáttanarlógfyri mars 2025 og sum tað síðsta uppskot til samtytkar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2026:
Skráin sær soleiðis út:
1 3. viðgerð LM-080/2024 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af forskellige love om ændring af udlændingeloven
2 3. viðgerð LM-089/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir (Eftirlitsheimildir, Jarðfeingi skal gera mátingar og skrásetingar av boriholum o.a.)
3 2. viðgerð LM-026/2024 - Uppskot til løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum
4 2. viðgerð LM-049/2024 - Uppskot til løgtingslóg um heilivág
5 2. viðgerð LM-097/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverkið (Ásetingar um universitetssjúkrahús)
6 2. viðgerð LM-095/2024 - Uppskot til løgtingslóg um at umvæla og umbyggja starvsfólkabygningin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
7 2. viðgerð LM-078/2024 - Uppskot til løgtingslóg um at byggja aulu til Tekniska skúla í Klaksvík
8 2. viðgerð LM-079/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (Hægri fíggjarkarmur og prosjektering av heildarætlan)
9 2. viðgerð LM-056/2024 - Uppskot til samtyktar um eldravernd
10 1. viðgerð LM-108/2024 - Uppskot til broyting í Tingskipanini (Víðkan av heimildunum hjá Uttanlandsnevndini)
11 1. viðgerð LM-106/2024 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2025 (Várumfarið)
12 1. viðgerð LM-107/2024 - Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2026
13 Framløga.