Føroyingar við uppruna í fjarskotnum londum hava stóran áhuga í at læra seg føroyskt. 54 umsóknir eru til 20 pláss.
54 umsøkjarar vóru til tey einans 20 plássini á spildurnýggjum skeiði í føroyskum fyri fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðirmál.
Skeiðið er ikki ætlað norðurlendingum, men er í staðin málrættað fólki úr meira fjarskotnum londum, sum mangan hava trupult við at læra føroyska málið.
Tey, sum eru sloppin gjøgnum nálareygað og mánadagin byrja á nýggja skeiðnum, koma úr 12 ymiskum londum. Málsliga hava tey eisini sera ymiska bakgrund – alt frá thai, indiskt, kinesiskt, russiskt til franskt.
Felags fyri tey øll er, at føroyska málið framvegis er ein avbjóðing, hóast tey búgva her og eru partur av føroyska samfelagnum. Fleiri teirra hava arbeiði, meðan onkur kemur á skeiðið gjøgnum Arbeiðsloysisskipanina.
Skeiðstilboðið er skipað í samstarvi millum Tórshavnar Kvøld-, ungdóms- og listarskúla, Mentamálaráðið og ALS. Talan er um eitt intensivt skeið, fýra tímar um dagin hvønn dag í 20 vikur. Skeiðið er ókeypis, og lærari er Bergljót av Skarði.
Á skeiðnum læra tey føroyska málið, umframt at tey læra um føroyska mentan. Frammanundan hava tey svarað einum spurnarblaði, soleiðis at skúlin fær eina mynd av teirra málsligu førleikum.
Fleiri teirra hava sera avmarkaðar førleikar í føroyskum, hóast tey hava búð í Føroyum í nógv ár og eru virkin á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
–Tørvurin er stórur, og tí er ætlanin at fara undir nýtt skeið í januar, sigur Jógvan Søren Hansen, nú 54 umsøkjarar vóru til tey einans 20 plássini.
Stjórin á Tórshavnar Kvøld-, ungdóms- og listarskúla dugir illa at meta um, hvussu stórur tørvurin er á slíkum skeiðstilboði. Men umsóknartalið til nýggja tilboðið talar sítt tíðiliga mál.
Skeiðið verður hildin í hølunum hjá kvøldskúlanum í Havn, og flestu luttakarar eru eisini úr høvuðsstaðnum. Men onkur kemur tó úr øðrum pørtum av landinum.
Undirvísingin byrjar mánamorgunin klokkan níggju. Tá verður eisini móttøka, har umboð fyri Tórshavnar Kommunu, Mentamálaráðið og ALS vera við.