12 skotin í gíslatøku í USA

Umleið 40 fólk vórðu í kvøld tikin gíslar í Birmingham í amerikanska statinum New York, og løgreglan sigur, at minst 12 fólk eru deyð Sjónvarpið ABC sigur frá løgregluni í New York, at 12 fólk eru deyð, og at 26 eru løstað.

Sum skilst er talan um ein gíslarænara.

Umleið 40 fólk vóru inni í bygninginum, sum hýsir einum stovni, ið tekur sær av fremmandafólki, ið koma til New York, tá onkur brádliga fór at skjóta. Løgreglan hevur flutt fólk burtur úr grannalagnum, og skjúttar hjá løgregluni eru á varðhaldi allastaðni.

Summar keldur siga, at 100 gíslar vórðu latnir leysir stutt eftir sjálva gíslatøkuna.