Torben Nielsen
-----------------
Vísandi til tygara/tykkara avgreiðslu av flogvallarmálinum, vil eg hervið loyva mær at stilla fylgjandi spurningar, soleiðis at eftirtíðin kann meta um tað úr hondum lætna arbeiðið.
1. Avgerð um at leingja flogvøllin er tikin uttan at vita, um regulariteturin gerst betri. Kann landstýsismaðurin vátta, at regulariteturin gerst betri av tí, at vøllurin verður longdur?
2. Tað sum Føroya land hevur brúk fyri er betri regulariteti. Hví hevur landsstýrismaðurin valt ikki at hava hetta týdningarmiklasta avgerðargrundarlagið við, tá uppskotið var borðið niðan í Tingið?
3. Hevði landsstýrismaðurin, tá uppskotið bleiv borðið niðan í Tingið, vitan um, hvussu regulariteturin fór at broytast aftan á eina leinging av vøllinum?
4. Hevði landsstýrismaðurin, tá uppskotið bleiv samtykt, vitan um, hvussu regulariteturin fór at broytast, aftan á útbyggingina?
5. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er skilagott at leingja vøllin, um regulariteturin gerst verri?
6. Vøllurin í Vágum verður 1799 metrar. Hví ikki 1800 metrar, sum er vanligt?
7. At vøllurin ikki gjørdist 1800 metrar, er tað tí, at tað ikki letur seg gera fysiskt innan vanligar karmar?
8. At vøllurin ikki gjørdist 1800 metrar, er tað tí, at tað als ikki gevur meining fíggjarliga, samanborið við møgulig alternativ?
9. Hevur landsstýrismaðurin kannað og fingið váttað, at ein 1799 metra vøllur, fer at nøkta tørv Føroya land tey næstu 50 árini?
10. Hví velur landsstýrismaðurin ikki at bíða eftir kanningini, sum sigur, hvar best er at leggja ein flogvøll í Føroyum, um atlit skulu takast til framtíðar tørv?
11. Er landsstýrismaðurin sera væl nøgdur við, at teir føroysku fjølmiðlarnir (D&V) siga, at vøllurin er 1800 metrar og annars ikki seta omanfyristandandi spurningar?
12. Heldur landsstýrismaðurin, at hesir spurningar eru viðkomandi fyri flogvallaviðurskifti Føroya, ella skal dómurin vera ódugnaskapur og/ella spin frá landsins leiðslu?
Við vón um at landsins myndugleikar hava dirvi, evni og vilja at greiða nærri frá avgerðargrundarlagnum og grundgevingunum til eina tað størstu íløgu Føroya landsins.