12 suðuroyingar fingið klipp í koyrikortið

Seinastu dagarnar hevur løgreglan í Suðuroy gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar í oynni.

 

Eitt,  tey serliga hava kannað, er, um børnini, sum verða koyrd í skúla, sita í trygdarbelti.

 

Men á hesum øki stóð ikki væl til í Suðuroy.

 

Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, sigur, at í síðstu viku vórðu sjey bilførarar skrivaðir upp fyri at hava børn í bilinum, uttan at tey sótu í trygdarbelti

 

Bara í morgun vórðu fimm bilførarar afturat tiknir fyri at hava børn í bilinum, uttan at tey sótu í trygdarbelti -  og teir vórðu allir tiknir við sama skúla.

 

At hava børn undir 15 ár í bilinum, uttan at tey sita í trygdarbelti, kostar bilføraranum klipp í koyrikortið og 500 krónur í bót.