Amerikanska álopið á iransku kjarnorkuverkini í nátt er ein hættislig víðkan av spentu støðuni í Miðeystri.
Tað sigur ST-aðalskrivarin, António Guterres, sum svar uppá málrættaðu álopini hjá USA á trý kjarnorkuverk í Iran.
- Tað er ein øktur vandi fyri, at tamarhald skjótt ikki er á støðuni við katastrofalum avleiðingum fyri sivilfólk, økið og heimin, sigur António Guterres í eini fráboðan, sambært tíðindastovuni Reuters.
- Í hesi hættisligu tíðini er tað avgerandi at sleppa undan kaosi. Her er eingin loysn. Einasti vegurin fram er diplomati. Einasta vón er friður, legði hann afturat.
Hetta er fyrstu ferð, at USA legst beinleiðis uppí ósemjuna, eftir at Ísrael fríggjakvøldið í síðstu viku leyp á fleiri hernaðarlig mál í Iran - sambært Ísrael fyri at forða Iran í at gerast kjarnorkuveldi.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði sunnukvøldið, at amerikanska álopið var fult samskipað við Ísrael.
Netanyahu heldur, at Trump hevur forðað tí, sum Netanyahu lýsir sum heimsins hættisligasta stýri, at fáa heimsins hættisligastu vápn.
Tað segði hann í einum videobroti, sum hann deildi á sosiala miðlinum X.
- Hansara leiðsla í dag hevur skapt eina vend í søguni, sum kann leiða Miðeystur og onnur móti eini framtíð við vælferð og friði, sigur forsætisráðharrin.
/Ritzau/