120 neistaleikarar á hondbóltsskúla

Seinastu dagarnar hava 120 neistaleikarar verið á hondbóltsskúla, sum felagið hevur skipað fyri í høllini í Kollafirði og í Gundadali.

 

Endamálið er, at Neistin skal vera eitt gott og mennandi felag hjá børnum, ungum og vaksnum at vera partur av, og javnan eru tiltøk sum stimbra. Endamálið við hondbóltsskúlanum er eisini at styrkja felagsskapin bæði tá umræður venjing og trivnað.

 

Tað eru neistavenjarar, sum hava skipað venjingarnar, meðan foreldur hava skipað praktiska partin.

 

– Nógv er komið burturúr hesar dagarnar, og nú gera neistaleikarar seg klárar at fara undir seinnu helvt av kappingarárinum, skrivar Neistin í tíðindaskrivi.