Vit skulu skunda okkum at siga, at hetta eru gitingar – um enn kanska kvalifiseraðar gitingar frá fólki, sum hava fingurin á pulsinum. Í hesum føri vóru tað fólkini handan felagsskapin »Í menniskjum góður tokki«, sum bóru tað fram.
Nú hava so danir ásett eitt fátækramark. Har hava tey avrátt, at persónur, sum hevur tøka upphædd undir 103.200 krónur um árið er fátækur. Er talan um tvey fólk, er talið 156.400 kr, um trý fólk 199.400 krónur og so framvegis.
Í Føroyum hava vit tosað um hetta markið leingi. Politikarar í øllum flokkum hava havt hetta frammi, men einki hendir.
Fyri góðum fimm árum síðani kom áheitan á løgtingið frá Samtaki um at áseta slíkt mark, men einki hendi.
Sum vit áður hava víst á, so er tað ikki so løgið, at hetta mark ikki verður sett: Tað er heilt einfalt tí, at politikarar vilja ikki hava eitt fátækramark! Tað ljóðar pent at siga tað í røðum og yvirlýsingum, men at fremja tað í verki, tað megna teir ikki.
Ofta kunnu vit kritisera landsins stýri fyri ikki at hava handlikraft, fyri ikki at klára at fáa sín politikk ígjøgnum. Men tað kunnu vit so ikki siga um sitandi samgongu, tí hon hevur hevur klárað tað so nógv betur enn aðrar samgongur.
Tað sum beint eftir ólavsøku í 2011 var eitt paraduuppskot um flatskatt frá Fólkaflokkinum – sum ongan kjans hevði at verða samtykt, var fimm mánaðir seinni umsett til lóg.
Harímillum høvdu vit fólkatingsval, løgtingsval og skipaðu nýtt landsstýrið.
Tað er stuttligari sum politikari at arbeiða fyri teimum, sum hava pengarnar. Tað er sjón fyri søgn. Hini, sum ikki hava pengarnar, tey kunnu politikarar tosa um – fáa atkvøðurnar frá – og so aftur tosa um tey.
– Samgongan førir borgarligan politikk, sigur løgmaður, hóast Edmund Joensen javnan eftirlýsir sosiala profilinum, sum Sambandsflokkurin hevði. Fólkaflokkurin førir sama borgarliga politikk – eftir síni egnu stevnuskrá, meðan ískoytisflokkarnir í samgongu bara tosa.
Miðflokkurin kundi kanska prógvað sítt virði sum »sosiala samvitskan« í samgonguni – og trumfað eitt fátækramark ígjøgnum.
Ella er sannleikin kanska, at politikkur er mest fyri politikarar?