Um vikuskiftið fara um 1200 fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag at vísa síni kynstur, tá felagið skipar fyri fimm framsýnigum í høllini á Hálsi og í FIMI.
Havnar Fimleikafelag endar um vikuskiftið fimleikaárið. Eftir at hava vunnið nærum alt, ið vinnast kann, verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum fara at vísa, hvat teir hava fingist við í vetur.
Av tí at talan er um so nógv lið er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn fimm framsýningum. Tríggjar av hesum vera leygardagin í høllini á Hálsi, ein verður sunnudagin í FIMI og tann seinsasta verður mánadagin í høllini í Hálsi. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at íðkararnir verða býttir upp eftir aldri.
Leygardagin 29. mars kl 10, eru tað tey yngstu børnini, klokkan 13.30 eru tað børn úr 1.-3. flokki, sum fara á gólvið. Seinasta sýningin leygardagin verður klokkan 17, tá ung úr 4.-6. flokki, fara at royna seg.
Sunnudagin 30. mars verður amboðsframsýningin í høllini FIMI. Framsýningin verður kl. 15 við íðkarum úr øllum aldri.
Seinasta sýningin verður mándagin 31. mars. Henda sýningin er við 7. flokki og eldri.