121 tíðindafólk deyð í tænastu í 2012

2012 hevur víst, hvussu hættisligt tað kann vera at arbeiða sum tíðindafólk í økjum, har tað er kríggj og ófriður. Altjóða tíðindafólkafelagsskapurin IFJ sigur, at 121 tíðindafólk lótu lív, meðan tey vóru til arbeiðis í ár. Tað er 14 fleiri enn í fjør.

35 tíðindafólk eru deyð í borgarakrígnum í Sýrialandi í ár, og 18 eru deyð í Somalia, har afrikanskar friðarvarðveitandi herdeildir stríðast við al-Qaeda.

Tvey onnur lond, har tað eisini hevur verið sera hættisligt at vera tíðindafólk í ár, eru Meksiko og Pakistan. 10 tíðindafólk eru deyð í Meksiko og 10 í Pakistan, sigur IFJ.