125 ára hátíðarhald á Eiði

Týsdagin 1. oktober fer Eiðis kommuna at hátíðarhalda 125 ára dagin hjá Eiðis kommunu

Dagurin verður hátíðarhildin við almennum tiltakið í Hólmahúsinum á Eiði týskvøldið klokkan 18, har øll eru vælkomin.

Landsstýrismaðurin við kommunumálum, Helgi Abrahamsen, og borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, flyta fram røðu.

Rasmus Joensen, fyrrverandi bygdaráðslimur og borgarstjóri, hugleiðir um Eiðis kommunu.

Tónleikur verður frá Eiðis ljómfelag og Fróða Bjarnason.

Eftir tiltakið verða smábitar, køka og drekka at fáa.

Tað var tann 1. oktober klokkan 9 í 1894, at fyrsti bygdaráðsfundurin varð hildin. Eiðis kommuna er sostatt ein av heilt gomlu kommununum í landinum.

Núverandi bygdaráðið hevur valt at hava almennan bygdaráðsfund klokkan 9 nú týsdagin eins og fyri 125 árum síðani. Eftir bygdaráðsfundin fara bygdaráðslimir at vitja skúla, barnagarð og sambýli, har teir bjóða kaku og drekka.

Øll eru hjartliga vælkomin til henda stóra dag, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri.