Higartil í ár , ella fram til 1. mars, hava útlendsk fiskiskip nýtt 1256 fiskidagar undir Føroyum í hesum tíðarskeiði hava teir veitt 15496 tons. Svartkjafturin eigur bróður partin av hesum. Meðan svartkjaftabátarnir í februar hava roynt vestanfyri Írland, so fingu teir góð 11.000 tons av svartkjafti undir Føroyum í januar.?
ES skip hava higartil í ár nýtt 385 fiskidagar undir Føroyum og í hesum tíðarskeiði hava teir veitt knappliga 2000 tons. Tað eru bara skip úr Bretlandi og Fraklandi, sum hava roynt undir Føroyum í ár og tey royna eftir dýrum matfiski. Seinni í ár fara vit at síggja, at danskir nótabátar koma fram í hagtølunum frá fiskivinnustovuni.