Sambært BBC komu í alt 225 flóttafólk til Bretlands fríggjadagin, býtt á tríggjar smábátar.
Í ár eru meira enn 12.000 fólk komin til Bretlands við smábátum um Ermasund. Tað er kortini ein minking upp á 44 prosent samanborið við somu tíð í fjør.
Undanfarna metið var 125 fólk í sama báti.
Ein talsfólk fyri bretska innlendismálaráðið sigur, at menniskjasmyglarar taka størri váða enn nakrantíð og fylla alsamt fleiri fólk í bátar, sum ikki eru egnaðir til so nógvar ferðafólk.
Í apríl gjørdu bretsku og fronsku myndugleikarnir eina trý ára avtalu, har Bretland letur 662 milliónir pund – umleið 5,8 milliardir krónur – til eftirlit á strondunum í Norðurfraklandi. Tað er haðani, at flestu smábátarnir leggja út á vandamiklu ferðina yvir um Ermasund.
Sambært bretska innlendismálaráðnum vísir hendingin fríggjadagin, hvussu neyðugt tað er at herða eftirlitið.
– Hetta er ein greið áminning um, at kriminellu netverkini als einki hugsa um trygdina hjá teimum, sum tey siga seg hjálpa. Mannalív fara fyri skeytið í Ermasundi orsakað av teirra virksemi, sigur talsfólkið.
Myndugleikarnir siga eisini, at meira enn 45.000 royndir at fara tvørtur um Ermasund eru steðgaðar síðani seinasta valið.











