Starvslønir: Starvslønirnar fyri 2002 vórðu latnar fyri góðum mánaða síðani. Talan er um 20 listarfólk, ið hava fingið játtað starvsløn í ymisk tíðarskeið. Geografiskt kann ein róliga siga, at starvslønirnar eru flest allar endaðar í høvuðsstaðarøkinum. 13 av teimum 20 starvslønunum eru endaðar í Havnini, meðan fýra eru latnar listarfólkum í Keypmannahavn. Tað sigur so mikið sum tað, at bert tríggjar starvslønir eru latnar listarfólki á bygd, og er tað ávíkavist í Kaldbak, Klaksvík og Saltangará. Ein starvsløn svarar til eina læraraløn í fólkaskúlanum á lønarstigi 21, stig 1.Býtið av starvslønunum 2002, sær annars soleiðis út:
Teitur Árnason, Keypmannahavn, 32 mánaðir
Sunleif Rasmussen, Tórshavn, 12 mánaðir
Carl Jóhan Jensen, Tórshavn, 12 mánaðir
Edward Fuglø, Klaksvík, 6 mánaðir
Oddfríður M. Rasmussen, Tórshavn, 6 mánaðir
Katrin Ottarsdóttir, Keypmannahavn, 6 mánaðir
Jóanes Nielsen, Tórshavn, 6 Mánaðir
Marjun S. Kjelnæs, Hoyvík, 4 mánaðir
Rakel Helmsdal, Tórshavn, 4 mánaðir
Hans Tórgarð, Tórshavn, 3 mánaðir
Katarina Nolsøe, Tórshavn, 3 mánaðir
Kinna Poulsen, Keypmannahavn, 2 mánaðir
Kári Sverrison, Saltangará, 2 mánaðir
Hans Egholm, Tórshavn, 2 mánaðir
Sámal Petersen, Kaldbak, 2 mánaðir
Óli Olsen, Keypmannahavn, 2 mánaðir
Astrid Andreasen, Tórshavn, 2 mánaðir
Tita Vinther, Tórshavn, 2 mánaðir
Gurðið Poulsen, Tórshavn, 2 mánaðir
Berghild Poulsen, Tórshavn, 1 mánaða
Myndatekstur: Kári Sverrison er ein av teimum trimum av bygd, sum hevur fingið handað starvsløn frá Mentarnargrunni Landsins