Ó13: Dánial Gomez við MC-Hár

Á stóru Ólavsøkukonsertin Ó13, sum er í kvøld, verða umframt tvey donsk nøvn, eisini nakrir av bestu bólkum í landinum. Ein teirra er tó raktur av ólagi í flogferðsluni, og tí má karismatiski framherjin í MC-Hár fylgja við úr Vejle, hvussu gongst hansara monnum. Í hansara stað er nýfunni skiftisleikarin, dugnaligi Dánial Gomez Gudjonsson, sendur til upphiting, og hann fer á pallin saman við MC-Hár fyri fyrstu ferð.

 

Føroysku bólkarnir á Ó13 eru Páll Finnur Páll, Glóð, Swangah, MC-Hár og Boys in a Band. Tey donsku eru Noah og dj'ararnir Svenstrup og Vendelbo.