13 deyð av bumbum í Bagdad

Fleiri bumbur eru brostnar í Bagdad í dag, og 13 fólk hava latið lív Iraksku myndugleikarnir siga, at talan er um fimm atsóknir.

Tann ringasta var í býarpartinum al-Mashati, har ein vegjaðarabumba brast á einum parkeringsplássi. Sjey fólk doyðu, og 10 onnur vórðu særd.

Í býarpartinum al-Qahira, sum er har norðuri í Bagdad, doyðu fýra fólk, og 10 vórðu særd, tá ein bumba brast á einum sølutorgi.

Í miðbýnum doyði eitt fólk, og tvey vórðu sælrd av einari bumbuspreinging tætt við ein lærdan háskúla, og fyrr í dag kravdi ein bumbuspreinging tætt við ta týsku sendistovuna eitt mannalív. Níggju fólk vórðu særd.