13 fáa ordan frá drotningini

Ordanir verða vanliga givnir landstýrisfólki, býðráðsformonnum og fólki annars, ið ríkisumboðið metir hava havt týdning fyri landið og samfelagið

Drotning Margretha hevur ikki nógvar uppgávur, tá hon kemur til Føroya, men eitt er tó álagt henni. Hon skal nevniliga geva nøkrum útvaldum føroyingum ordanir.
Rikisumboðið velur nøkur fólk út, sum verða mett at hava serligan týdning fyri Føroyar. Tað eru sum oftast landstýrismenn ella vinnulívsfólk, ið hava sett okkurt serligt í gongd.

Umborð á Dannebrog
Ímeðan krúnprinsaparið fer ein túr í Havnar kirkju og á Margarinfabrikkina at hyggja seg um, fer drotningin aftur umborð á kongaskipið saman við teimum, sum ríkisumboðið hevur valt skulu fáa ordan hesuferð.
Ríkisumboðið vil ikki avdúka hvørji fólk fáa heiðurin mánadagin, men sagt verður, at tey vera 13 í tali.