Skulu Føroyar upp á støðið hjá Danmark mugu vit upp um 38 prosent í kvinnuumboðan.
Sostatt skulu í minsta lagi 13 kvinnur veljast inn, ella 6 fleiri enn við seinasta val.
Hetta var ein av boðskapunum í fyrilestrinum hjá Siv Friðleifsdóttir, íslendskum altingslimi, sum er gestur hjá Norrøna Felagnum í Føroyum í hesum døgum.
Heitið á fyrilestrinum í Norðurlandahúsinum týskvøldið var „Politikari - ber tað til á høgum hælum“, og snúði hann seg bæði um javnstøðuna í Íslandi, um persónligar royndir í politikki, og um hvussu vit í Føroyum kunnu koma fram á javnstøðuleið.
Gongur undan
47 ára gamla Siv Friðleifsdóttir varð vald inn á ting í 1995 og hevur verið ráðharri í sjey ár tilsamans. Eitt nú í umhvørvis- og heilsumálum. Hon hevur øll árini verið sera virkin í norðurlendskum samstarvi og í javnstøðumálum, har hon var millum stigtakararnar til íslendsku nevndina, sum svarar til føroysku Demokratia.
Kvinnurnar rudda
- Tíbetur hava vit kvinnur í politikki – annars var ongin at rudda upp eftir monnunum.
Orðini eigur Høgni Djurhuus, skrivari í Norrøna Felagnum í Føroyum, sum bjóðaði vælkomin til tiltakið við Siv Friðleifsdóttir. Og hann dróg fram dømini um Vigdis Finnbogadóttir, Maritu Petersen og nú aftur í Íslandi, har kvinnurnar koma framat valdinum, tá alt er farið á heysin.
Hetta sæst serliga væl aftan á seinasta altingsval, sum var í úrtíð í 2009. Tá gjørdist javn“støðan“ tann, at kvinnuparturin kom upp á 43 prosent, sum er met í Íslandi. Á valinum í 2006 var kvinnuparturin 31,7 prosent. Eisini kunnu vit nevna, at kvinnuumboðanin í verandi stjórn er 50 prosent, forsætisráðharrin er ein kvinna, Jóhanna Sigurðardóttir, tingformaðurin er ein kvinna, Ásta Ragnheiður Jóhannesdóttir, og av teimum 6 varatingformonnunum eru fimm kvinnur.
So ongin ivi er um, at kvinnurnar veruliga hava tikið valdið í Íslandi – saman við mannfólkunum sjálvandi.
Nógvir stuðulsbólkar
Kvinnuligu politikararnir í Íslandi hava nógv samstarv sínamillum tvørtur um floksmørk. Eisini hevur hvør einasta tingkvinna ein heilan hóp av stuðulsbólkum kring landið og í egnum valdømi. Hetta kunnu bæði vera stuðulbólkar innanflokka, og felagsskapir, sum hava brúk fyri politiskum vælvilja í altinginum.
Alt hetta ger, at kvinnurnar standa ongantíð einsamallar, men hava eina rúgvu av fólkum, sum arbeiða fyri seg.
Øðrvísi valskipan
Valskipanin í Íslandi er eisini soleiðis skrúvað saman, at fyri at sleppa høgt upp á uppstillingarlistan, mást tú fáa nógvar atkvøður á tí, sum verður rópt undanvalinum. Hetta valið verður hildið áðrenn veruliga altingsvalið. Av tí, at tey hava listauppstilling, er alneyðugt at koma høgt upp á listan. Hetta hava vit ikki í Føroyum í dag, tí her eru listarnir settir alfabetiskt upp.
Í flokkinum hjá Siv Friðleifsdóttir, Framsónarflokkinum, hava tey valt eitt slag av kvotering, har sagt verður, at millum tey trý fremstu valevnini, skulu hægst vera tvey av sama kyni, og millum tey fremtu fimm, skulu í mesta lagi vera trý av sama kyni.
Annars er upp til flokkarnar sjálvar at avráða, um teir ynskja kvotering á listanum. Vanliga hava vinstravendu flokkarnir okkurt slag av kvotering, meðan høgraflokkarnir prinsippielt eru ímóti kvoteringum.
Siv Friðleifsdóttir metir, at føroyska skipanin eigur at vera ein fyrimunur fyri kvinnur. Um flokkarnir væl at merkja seta sær fyri at fáa nakrar sterkar kvinnur á listan og annars arbeiða miðvíst fyri at fáa tær valdar. Ikki minst undir einum valdømi. Tí, sum hon segði, kvinnur hava traditionelt nógv verri við at verða valdar á smáplássunum, har ein „høvdingi“ vanliga fer avstað við sessinum. Hetta hevur eisini verið galdandi í útjaðaranum í Íslandi.
Kvinnur velja kvinnuflokkar
Eitt áhugavert hon nevndi var, at Gallupkanningar vísa, at kvinnuligir veljarar velja flokkar, sum hava ein greiðan javnstøðuprofil. Í hesum sambandi vísti hon á, at á seinasta vali vóru 62 prosent av atkvøðunum til vinstraflokkarnar frá kvinnum, sum valdu kvinnur. Og tað er ikki einans umráðandi at hava góð kvinnulig valevni á listanum, men eisini, at mannfólkini í flokkinum signalera javnstøðuhugburð.
Sum hon tók til: mennirnir eru ofta mist líka feministiskir sum kvinnurnar í vinstravendu flokkunum. Og tað telur nógv upp hjá kvinnuligu veljarunum, sum tí heldur velja teir flokkarnar.
Kvoteringar vinda upp á seg
Kvoteringar er vorðið eitt afturvendandi tema í javnstøðukjakinum. Kring okkum eru mong komin til ta niðurstøðu, at javnstøða er alneyðug fyri demokratiið, og tí er eisini neyðugt við kvotum. Hetta er hent, eftir at fólk hava viðurkent, at tað er eftir øllum at døma ikki nóg mikið at vera væl skikkað, síggja gott út, tosa á rættan hátt og sum heild at spæla við upp á premissurnar hjá monnunum.
Kvinnur eru og vera við undirlutan, og fyri at fáa rættað upp á skeivleikan verða kvoteringar settar í verk í eitt tíðarskeið, til fólk hava vant seg við, at kvinnur duga eins væl og menn.
Hetta hevur millum annað havt við sær, at tað nógvastaðni í grannalondum okkara er vorðið vanligt við kvoteringum á vallistunum. Eisini eru kvoteringar vanligar í sambandi við almennar nevndir og ráð, sum vit eisini kenna tað her úr Føroyum. Hini londini hava eisini kvoteringar í nevndunum í almennum partafeløgunum og feløgum, sum tað almenna eigur part í. Í Noregi eru tey farin so vítt sum at samtykkja eina lóg, sum áleggur privatum fyritøkum at hava javnstøðu í nevndum og ráðum.
Í Íslandi verður ein líknandi lóg helst samtykt um fáar vikur. Hava privatar fyritøkur ikki megnað at fingið í lag javnstøðu í nevndunum innan árslok í 2013, verður kvotaskipanin áløgd við lóg.
Menningarlondini taka seg fram
Kring um í heiminum hava eisini alt fleiri lond sett í verk kvoteringar til tess at fáa kvinnuumboðanina í politikki upp. Hetta eru sum oftast lond, sum hava verið fyri stórum sosialum og fíggjarligum bakkasti, har „nýggir bollar skulu á suppuna“.
Tí eru norðurlond als ikki einsamøll á toppinum longur, men hava fingið kapping frá londum sum Rwanda, Suður Afrika og Cuba.
Munurin á hesum londum og norðurlondunum er sjálvandi, at meðan menningarlondini hava „noytt“ kvinnurnar inn við kvoteringum, hava hini norðurlondini vunnið sær pláss á toppinum við beinhørðum kvinnukampi seinastu 100 árini.
Men enn er langt eftir á mál til Føroyar, við teimum 15-20 prosentum, koma upp á síðuna av hinum Norðurlondunum.
Mugu vilja hava kvinnur við
Tí var hetta eisini millum høvuðsboðskapirnir hjá Siv Friðleifsdóttir á fyrilestrinum: Føroysku flokkarnir noyðast at taka javnstøðu í nógv størri álvara. Teir mugu seta sær fyri at fáa fleiri kvinnur inn og gera eina miðvísa ætlan fyri, hvussu málið verður rokkið.
Her hava miðlarnir eisini ein part av ábyrgdini, eins og at kvinnurnar sjálvar og veljararnir mugu vilja hava kvinnurnar inn.
Sambært Siv Friðleifsdóttir verður alt hetta einans rokkið við miðvísum tiltøkum, at varðveita Demokratia, við kjaki og eggjan, politiskum fundum, stuðulsbólkum, networking við ungum og eldri, eisini tvørtur um floksmørk, og so ikki minst pengum...!
Í kvøld klokkan 19 heldur Siv Friðleifsdóttir fyrilesturin: Bankaskrædlið í eygum politikarans, har hon greiðir frá um íslendsku bankakreppuna. Fyrilesturin verður í Athøll í Norðurlandahúsinum.
--
Toppskorarar í kvinnuumboðan í tinginum
1. Rwanda 56,3%
2. Svøríki 47%
3. Suður Afrika 44,5%
4. Cuba 43,2%
5. Ísland 42,9%
6. Argentina 41,6%
7. Finnland 41,5%
8. Niðurlond 41,3%
9. Noregi 39,1%
10. Danmark 38%
11. Angola 37,7%
12. Costa Rica 36,8%
13. Spania 36,3%
14. Andorra 35,7%
15. Belgia 35,3%
Myndatekstur: Í gjár hitti Siv Friðleifsdóttir føroyskar ting- og landsstýriskvinnur til ein bita heima hjá Bergtóru H. Joensen. Á myndini eru, umframt Bergtóru og Siv, eisini Annita á Fríðriksmørk, Rósa Samuelsen, Bjørt Samuelsen og Eyðgunn Samuelsen.
--