13 tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru 13 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Níggju tilburðir eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, ein tilburður av ókendari smittukeldu. Hini trý eru staðfest smittað eftir komu til Føroyar, ein á øðrum degi eftir komu, og tvey triðja dag eftir komu.

 

1.273 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 81 smittað í Føroyum. 153 fólk eru í sóttarhaldi.

 

Tað gongur framvegis seint við koppsetingini, og enn eru vit ikki komin upp á 70 prosent við teimum, sum eru liðugt koppsett. Tey eru 37.119 í tali, ella 69,4 prosent.