130 metrar sprongdir í síðstu viku

Í farnu viku vóru í alt 130 metrar sprongdir í Eysturoyartunlinum, ið skal knýta høvuðsstaðin og Skálafjørðin nærri saman. Tað skrivar tunnilsfelagið á Facebook.


63 metrar blivu sprongdir á Hvítanesi, meðan 67 metrar blivu sprondir á Strondum.


- Á Hvítanesi eru nú boraðir 1.113 metrar og á Strondum 1.1300 metrar. Samanlagt gevur tað 2.413 metrar, skrivar felagið á Facebook.


Upplýst verður eisini, at tunnilin á Hvítanesi er nú komin niður á -34 metrar, meðan hann á Strondum er komin niður á -60 metrar.