Í kvøld vita útlendskir miðlar at siga, at í minsta lagi 132 fólk hava latið lív, eftir at ein vatnbyrging skrædnaði í afrikanska landinum, Sudan, leygardagin.
Talan er um Arbaat-byrgingina. Tað hevur regna illa í landinum, og eftir øllum at døma hevur byrgingin ikki tolt týstið.
Sunnudagin visti BBC at siga, at í minsta lagi 60 fólk høvdu latið lív, men í dag er talið av deyðum sambært heilsumyndugleikunum í landinum dagført til 132.
Hetta vita fleiri útlendskir miðlar at siga í kvøld.
Nógv fólk eru saknaði, eftir at byrgingin skrædnaði, og tí er hugsandi, at talið av deyðum fer at veksa.
Fleiri enn 100.000 íbúgvar eru flýddir úr økinum, og við AFP-tíðindastovuna siga lokalir íbúgvar, at nógv fólk, sum sótu í bili, vórðu tikin av floyminum.
##med2##
Vegakervið, har floymurin rakti, hevur fingið stóran skaða, og vanlukkan er eisini gingin út yvir samskiftislinjur og orkuveitingar í økinum.
Sambært neyðhjálparskrivstovuni hjá ST eru fleiri túsund heim oyðiløgd av vatni.
Arbaat-byrgingin, sum rúmaði 25 milliónum rúmmetrum av vatni, liggur norðan fyri býin, Port Sudan, og er týdningarmesta drekkivatnskeldan í økinum.