14 mans av søkkandi skipi í bølamyrkri

Skiparin, Karl Martin Joensen, sigur, at ógvuliga skjótt sást, at einki var at gera.
- Sjógvurin fossaði inn, og tað var bert ein lítil løta, so var dúrkið í maskinrúminum undir. Løtu seinni stóð sjógvurin uppá hálvan motorin, sigur hann

Skipsbrot

Línubáturin, Jógvan Norði, var staddur einar 10 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi, tá ið maskinmeistarin, Jógvan Jacobsen, legði til merkis, at skipið var farið at leka í maskinrúminum.
- Vit høvdu havt fimm setur og ætlaðu at gera eina setu aftrat, áðrenn vit løgdu leiðina til lands.
 Karl Martin Joensen, skipari, sigur, at so skjótt, teir vóru varugir við lekan um 23.30-tíðina týskvøldið, settu teir seg í samband við Tórshavnar Radio.
 - Línuskipið Klakkur, sum var einar sjey fjórðingar burtur og nærmastur, setti kósina móti okkum. Onnur skip, sum vóru nærindis, stevndu eisini móti okkum.
 
Av skipinum
Skiparin sigur, at fyrstu løtuna sá kanska út til, at teir kundu halda skipinum lens, um teir fingu pumpur umborð.
 - Brimil var fýra tímar burtur, men vit nevndu møguleikan at fáa pumpur út við tyrluni.
 Karl Martin sigur, at ógvuliga skjótt sást tó, at her var einki at gera.
 - Sjógvurin fossaði inn, og tað var bert ein lítil løta, so var dúrkið undir. Løtu seinni stóð sjógvurin uppá hálvan motorin.
 Hann sigur, at ljósmotorurin slóknaði, og høvuðsmotorin slóktu teir sjálvir.
 - Vit fóru av skipinum umleið ein hálvan tíma eftir, at vit sóu lekan. Hann var landnyrðingur í ættini, og slætt var í sjónum. Allir 14 menninir, sum við vóru, fóru í yvirlivilsisdraktir, og eingin panikkur var í manningini.
 Í bølamyrkri noyddist manningin á Jógvani Norði niður í bjargingarbátin, men teir vistu, at Klakkur nærkaðist.
 Karl Martin sigur, at teir avgjørdu allir at fara í annan bjargingarbátin, sum er ætlaður til 25 mans.
 - Allir vóru væl fyri, men tann eini fekk ilt í beinið, tá ið hann leyp niður í bjargingarbátin.
 Skiparin sigur, at tað gekk skjótt og væl hjá Klakki at finna bjargingarbátin, tá ið teir komu á leiðina.
 
Undarlig sjón
- Tað var ein undarlig sjón at síggja skipið, tú hevur verið við í fleiri ár, søkka. Jógvan Norði stóð beint uppeftir enda við gronini uppúr sjónum einar 20 minuttir, áðrenn hann sakk.
 Hann sigur, at tað seinasta, teir sóu á skipinum, var sjálv gronin við akkerinum og kennibókstavunum og talinum, FD 9.
 Spurdur, um teir sóu, hvaðani skipið lak, sigur Karl Martin:
 - Ja, vit sóu lekan. Tað var wc-rørið, sum gongur niður í maskinrúmið og út úr skipinum, ið var farið stutt niðanfyri ventilin, sum situr á rørinum. Hevði lekin verið omanfyri ventilin, hevði ivaleyst verið møguligt at bjargað skipinum.
 Karl Martin sigur, at hetta var eitt 4 tumma rør, sum var farið, og eingin møguleiki var at gera nakað við lekan, tí sjógvurin í maskinrúminum vaks so skjótt.
 - Tað sigur eitt sindur um, hvussu skjótt alt gekk, tá ið vit bert hálvan tíma seinni noyddust av skipinum, sigur hann.
Góður fiskiskapur
Karl Martin sigur, at fiskiskapurin hevði verið góður hendan túrin. Teir høvdu havt fimm setur og høvdu fingið eini 115.000 pund.
 - Fyrstu setuna fingu vit umleið 10.000 pund, men seinnu seturnar vóru góðar, harav nakrar fóru yvir 20.000 pund. Besta setan var 22.000 pund, sigur skiparin, sum at enda fegnast um, at allir 14 menninir komu aftur til lands í øllum góðum.
 Vaktarskipið, Brimil, tók manningina av Klakki, og tíðliga mikumorgunin vóru teir á Runavík.