Nýbygningur
Navngevingin fer fram við bryggjuna á skipasmiðjuni leygardagin hin 6. februar klokkan 14. Síðan verður døgurði fyri innbodnum á Color-hotellinum í Skagen.
Tað er felagið Hvamm í Gøtu, sum Varðin eigur, ið letur skipið smíða. Nýggja skipið kemur í flotan fyri gamla Trónd í Gøtu, sum er seldur.
Ætlanin hevur verið, at nýbygningurin skuldi gera tekniska royndartúrin undan navngevingini, men nú er hetta broytt, soleiðis at royndartúrurin verður eftir navngevingina.
Nógvur kuldi og kavi í Danmark hava seinkað málaraarbeiðnum av skipinum.
Sambært ætlanini hjá gøtumonnum, loysir flaggskipið í Skagen nakrar dagar eftir miðan februar.
Nýggi Tróndur í Gøtu verður 81,6 metrar langur og 16,6 metrar breiður og fer at lasta eini 2700 tons.
Hóast nýbygningurin er heilar 14 metrar longri og stívliga tveir metrar breiðari enn gamli Tróndur í Gøtu, lasta skipini umleið tað sama, men nýggja skipið fer við síni stødd at bera lastina nógv betri.
Sáttmálaprísurin fyri Trónd í Gøtu liggur um stívliga 230 miljónir krónur, men við ymiskum, sum kemur aftrat, eitt nú útgerð og reiðskapi, fer kostnaðurin helst at tátta í einar 250 miljónir krónur.