14. september 2005

Zakarias Wang


Tann 14. september 1946 , í dag fyri 59 árum síðani, var fólkaatkvøða í Føroyum um hvørt vit skuldu taka við einum uppskoti frá donsku stjórnini um heimastýri ella loysa frá Danmark.
Uppskotið um at loysa frá Danmark varð samtykt.
Fólkaatkvøðan fór fram sambært eini samtykt í Føroya løgtingi.
Uppskotið var til 1. viðgerð tann 25. apríl, og meðan lógaruppskot skuldu hava tríggjar viðgerðir, so var hetta mál hildið at hava so lítið upp á seg, at tað bert skuldu hava tvær viðgerðir. Onnur viðgerð fór fram tann 9. mai, og atkvøðugreiðslan varð útsett til dagin eftir, tann 10. mai 1946.
Eftir valið 6. november 1945 vóru 23 tinglimir. Fyri at nakað skuldi verða samtykt í tinginum skuldi ein meirluti av tingmonnunum greiða atkvøðu fyri uppskotinum, og sostatt skuldu 12 tingmenn atkvøða fyri uppskotinum um hesa fólkaatkvøðu.
Hetta hendi, men hvørjir vóru teir, sum løgdu spurningin um hetta mál fyri veljararnar at avgera?
Teir vóru fyri tað fyrsta sambandsmenninir:

O. F. Joensen, Óli í Skúla í Klaksvík 1876 - 1964
Andrass Samuelsen í Fuglafirði 1873 - 1954
Johan M. Fr. Poulsen á Strondum 1890 - 1980
Hans Iversen, Hanus í Kollinum í Kvívík 1884 - 1984
Trygve Samuelsen í Tórshavn 1907 - 1985
Kristian Djurhuus á Tvøroyri 1895 - 1984

Harnæst vóru tað javnaðarmenninir:

Jacob Edvard Jacobsen í Klaksvík 1889 - 1947
Jákup Frederik Øregaard í Gøtu 1906 - 1980
Jákup í Jákupsstovu í Sørvági 1922 - 1976
Jóan Petur Davidsen á Sandi 1890 - 1972
Petur Mohr Dam á Tvøroyri 1898 - 1968
William Smith í Vági 1910 - 1978

Var ein av hesum monnum komin at ivast í um tað var rætt at leggja málið fyri fólkið til avgerðar, og ikki hevði reist seg upp í tingsalinum henda dag tann 10. mai 1946, so hevði eingin fólkaatkvøða verið, tí eingin annar tingmaður atkvøddi fyri.
Hetta var ikki fyrstu ferð, at løgtingið samtykti fólkaatkvøðu um støðu okkara.
Í 1930, tá ið danski forsætisráðharrin Stauning hevði verið siglingartúr í Grønlandi, legði hann inn í Føroyum á vegnum. Her fekk hann tað hugskot, at tað var rætt at halda eina fólkaatkvøðu í Føroyum fyri eina ferð med alla at mana niður í jørðina øll føroysk ynski um sjálvstýri. Fólkaatkvøðan skuldi tí bert vera um hvørt føroyingar vildu vera saman við Danmark ella ikki. Hetta eydnaðist honum at fáa Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin at greiða atkvøðu fyri í løgtinginum, men fólkaatkvøðan varð ongantíð hildin. Stauning var nevnliga ikki ráðharri fyri Føroyar. Hetta málsøki lá undir løgmálaráðharranum, og hann var C. Th. Zahle, sum hevði havt tætt samstarv við sjálvstýrismenninar í Føroyum ta tíð hann var forsætisráðharri. Sjálvstýrismenninir søgdu at teir fóru at sita heima um so var at ein slík tápulig fólkaatkvøða varð hildin, og Zahle bakkaði út. Stauning var ikki blíður, men kundi einki gera. Men eftir tað argaðu javnaðarmenninir og sambandsmenninir altíð sjálvstýrismenninar við at teir ikki tordu at hava fólkaatkvøðu, og nú í 1946 fingu teir hana so.
Fólkaatkvøðusamtyktin skuldi lýsast av amtmanninum fyri at setast í verk. Amtmaðurin legði spurningin fyri stjóra sín, forsætisráðharran, sum var Knud Kristensen, og hann gav honum boð um at lýsa fólkaatkvøðuna. Tá vit vera spurd um, hvør ið helt fólkaatkvøðuna, so er tað tí rætt at siga, at tað var nakað sum danski staturin gjørdi, og at teir donsku politikararnir tí høvdu skyldu til at gera tað sum føroyska fólkið samtykti.
Hvørki Jóannes Patursson ella Tórstein Petersen ella Poul Petersen greiddu atkvøðu fyri hesi fólkaatkvøðu. Serliga Jóannes Patursson hevði altíð gjørt greitt, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark vóru meira torgreidd enn at tað bar til at tosa um loysing og samband. Hann hevði sett seg inn í søgu okkara og visti meir enn flestir føroyingar um hesi viðurskifti.
Vit mugu viðganga, at ivin hjá Jóannesi bónda vísti seg at byggja á klettagrund.
Fólkaatkvøðan í 1946 var lítið mætari enn tann sum ikki var hildin í 1946.
Fyri tað fyrsta framdu donsku myndugleikarnir skipað valsvik. Eg gloymi aldri, hvussu harmur Andrias Reinert á Mýrini í Kaldbak var tá hann greiddi frá í hvussu góðari tíð hann hevði verið inni á donsku sendistovuni í Reykjavík at greiða atkvøðu, fyri síðani eftir at upptalt var at fáa at vita, at hansara atkvøða ikki var komin til Kaldbaks og at hann tí ikki var sloppin til at ávirka úrslitið.
Talan var um hundraðtals av monnum sum vóru í somu støðu sum Andrias á Mýrini, og her átti tí at verið talan um altjóða valeygleiðarar til at tryggja at demokratiskar mannagongdir vórðu fylgdar.
Eitt annað, sum var sera merkiligt, var at hetta jú var ein spurningur, sum øll tjóð okkara skuldi taka støðu til. Tí skuldu vit trúð, at atkvøðurnar vórðu taldar upp í einum stað, soleiðis at vit fingu at vita hvat ið tjóð okkara helt um henda spurning. Men so varð ikki. Upptalt var í hvørjum valstað fyri seg, og tað gjørdi at Petur Mohr Dam kundi siga við ein danskan blaðmann annan dagin eftir fólkaatkvøðuna, at um Føroyar gjørdust sjálvstøðugar, so fór hann at krevja, at Suðuroyggin gjørdist eitt ríki fyri seg.
Men høvdu menn lurtað betri eftir Jóannesi bónda, so høvdu teir fyrst funnið fram til hvør okkara støða var í mun til Danmark tá í 1946. So høvdu teir ásannað, at vit saman við Grønlandi vóru eitt egið ríki í ríkjasambandi við Danmark, og at vit fyrst og fremst høvdu eitt demokratiskt krav uppá at sleppa at skipa okkum sjálvar innanríkis. Eftir hetta kundu vit greitt okkara viðurskifti við Danmark.
Hetta verk er ikki gjørt enn, tí síðani fólkaatkvøðuna hava politikarar okkara ikki havt áhuga fyri at bygt politikkin á veruleikans botn.
Næsta ár kunnu vit halda diamantjubileum fyri fólkaatkvøðuna. Tað er at vóna, at vit tá hava tikið okkum betri partar fyri og hava fingið skil á teimum fløkjum, sum teir, okkum hava stýrt, hava lokkað okkum í ta síðstu øldina.