Hetta er ein fagnaðardagur fyri fólkaræðið í Føroyum. Tí hendan dagin fyri 68 árum síðani valdu føroyingar á fólkaatkvøðu síni rættindi sum tjóð og at eiga sítt egna land. Fólkaatkvøðan varð sett í verk av sambandsflokkunum og donsku stjórnini sum ein ræðumynd, har fólk antin skuldu velja eina heimastýrisskipan ella loysing (ella "løsrivelse" sum tað varð sagt á donskum), ið varð sett fram sum eitt ræðandi hugtak. Hóast politisku flokkarnir og danska stjórnin síðani runnu undan úrslitinum og settu heimastýrisskipanina í verk - sum fólkið hevði vrakað á fólkaatkvøðuni - so er avgerðin á fólkaatkvøðuni grundarlagið fyri, at vit í dag hava rættin at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð. Og hon er grundin undir, at tjóðskaparstríðið hevur hildið fram og fer at halda fram til vit røkka á mál. Og heldur enn at enda sum eitt annað Hetland, um vit høvdu valt at melda okkum inn í Danmark við fólkaatkvøðu, so hevur hendan avgerðin um loysing í 1946 lagt lunnarnar undir øll tey mál, ið eru vunnin síðani. Tað er tann støðuga tjóðskaparrørslan í Føroyum, sum hevur vunnið okkum tað, sum í dag er okkum dýrabærast og skapar okkum framburð og búskaparligt, mentanarligt og sosialt jørðildi: Mál og mentan, skúla, fiskimark, undirgrund, heilsuverk og almannaverk, vegir og havnir, flogferðslu, luttøku í altjóða samstarvi og so framvegis. Hetta er alt vunnið, tí vit ongantíð hava góðtikið tær ódemokratisku niðurbindingarnar í heimastýrinum, men hava brotið garð og hildið fram vat byggja egið land við støði í fólkaræðiligu avgerðini á fólkaatkvøðuni. Og stríðið til fult fólkaræði í Føroyum fara vit eisini at vinna - og tá fara sjálvt tey, sum í dag royna at gera til láturs fólkaatkvøðuna og fólkaræðið, at fegnast saman við okkum um tað bragdið, sum varð framt 14. september fyri 68 árum síðani.
|