14. september er ein fagnaðardagur fyri framtíðina

Føroyingar valdu loysing og vrakaðu heimastýrið fyri 63 árum síðani. Hóast tann grova órættin, at úrslitið ikki varð sett í verk tá, so hevur valið tryggjað tað framhaldandi stríðið fyri fólkaræði, javnrætti og frælsi, ið hevur skapt øll frambrot í føroyska samfelagnum síðani. Annars vóru Føroyar endaðar sum Hetland. Og fólkaatkvøðan hevur givið okkara ættarliði allar møguleikar at fremja tær frælsu Føroyar í verki

Vit hoyra mangan fólk siga: Nei, nú tíma vit ikki at hoyra meira um 1946. Komið nú víðari og gangið ikki í fortíðini og malið!

 

Jú, tað er væl skilligt, at serliga ungfólk siga, at tað nyttar ikki at tosa um fortíðina. Tað er framtíðin, tað snýr seg um.

 

Og 14. september og læran av fólkaatkvøðuni snýr seg júst um framtíðina. Til tess at taka rættar avgerðir um framtíðina í nútíðini, mugu vit kenna fortíðina og søguna. Og heldur enn at síggja fólkaatkvøðuna sum ein feigdardag úr fortíðini, eiga vit at síggja hana sum ein fagnaðardag, har vit hava fingið møguleikan at skapa framtíðina og at velja fólkaræði, javnrætt og frælsi fyri okkum og komandi ættarlið.

 

Fólkaræðið vinnur á hóttan og undirbrotligheit

Fólkaatkvøðan 14. september 1946 er fremsta prógvið um, at fólkaræði, frælsi og sjálvsvirðing kunnu vinna á hóttanum, undirbrotligheit og valdspolitikki, tá fólkið sleppur at tala beinleiðis – uttanum flokkar, ið leypa frá sínum lyftum og boygna, tá ið á stendur.

 

Tað vóru sambandsflokkurin, javnaðarflokkurin og danska stjórnin, sum samtyktu fólkaatkvøðuna – og teir gjørdu greitt, at úrslitið skuldi fylgjast. Endamálið var greitt at seta upp eina hóttan, ið einferð með alla skuldi steðga sjálvstýrisstríðnum í Føroyum. Tí atkvøðan var ikki sum vit kenna fólkaatkvøður í øðrum londum, har tú kanst siga ja ella nei til ein spurning.

 

Hinvegin varð hon sett upp soleiðis, at antin skuldi tú siga ja til eitt danskt stjórnaruppskot um heimastýri í danska ríkinum. Ella skuldi tú siga ja til loysing – ella ”løsrivelse” sum tað eisini stóð orðað á atkvøðuseðlinum. Tilvitað varð valt eitt ógvusligt hugtak, sum í bløðunum varð lýst sum ”kvetting og kubbing”, har onki samstarv bar til og øll bond vórðu kvett. Heldur enn tey vøkru hugtøkini um sjálvstøðu og loysing, sum jú eru fortreytin fyri at loysa upp fyri skapandi kreftum og samstarva á jøvnum føti við bæði Danmark og onnur lond.

 

Stórt altjóða trýst lá á Danmark at fáa hetta málið frá hondini, tí øll lond skuldu eftir heimskríggið geva sínum hjálondum møguleikan at nýta sín sjálvsavgerðarætt til at velja millum at lima seg fult inn í hjálandaríkið – ella at velja sjálvstøðu. Og ongin politiskur flokkur, ið tá var, ivaðist í, at føroyingar fóru ikki at tora annað enn at velja innliming í Danmark.

 

Men so varð bóltað rút...

Men ímóti øllum væntanum og forsagnum valdu føroyingar við einum teprum meiriluta loysing og sjálvstøðu - og vrakaðu heimastýrið. Og so kom panikkur í!

 

Síðani vita vit, at politisku flokkarnir og danska stjórnin lupu frá sínum lyftum og sínum egnu hóttanum. Skjalfest er, at fyrst segði danski forsætisráðharrin, at úrslitið skuldi fylgjast, sum fráboðað var frammanundan. Men formenninir í sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum – ið høvdu ynskt fólkaatkvøðuna sum hon varð sett upp – skrivaðu nú til donsku stjórnina og bóðu hana senda tingið til hús og ganga ímóti meirilutanum av Føroya fólki á fólkaatkvøðuni. Úrslitið varð, at hetta varð eftirlíkað teimum. Kongur sendi tingið til hús. Krígsskip varð sent til Føroya at leggja uppí, um ófriður tók seg upp – og ongin flokkur tordi at standa ímóti trýstinum, tá hesin órættur varð framdur. Tá fráboðaði tingfundurin skuldi vera, ið skuldi staðfesta úrslitið av fólkaatkvøðuni, møtti bert ein maður á fundi: Jákup í Jákupsstovu úr Javnaðarflokkinum. Hann varð síðani ekskluderaður úr javnaðarflokkinum og gjørdist ein av stovnarum av Tjóðveldisflokkinum í 1948.

 

(Vit vita eisini, at aftaná hevur verið roynt at sáa alla møguligan iva um úrslitið á fólkaatkvøðuni. Millum annað hevur verið sagt at, valluttøkan uppá 66.7% var lítil. Men í veruleikanum var valluttøkan sera stór. Í september var stórur partur av monnunum til skips undir Íslandi, í mun til tá løgtingsval vanliga varð hildið í november, meðan menninir vóru heima. Og í mun til løgtingsval annars, var luttøkan stór og eisini størri enn til løgtingsvalini í tildømis 1950 og 1954. Tí bendir nógv á, at kvinnurnar í veruleikanum áttu størsta partin í at velja loysing í 1946.)

 

Síðani varð heimastýrisskipanin, sum fólk høvdu vrakað á fólkaatkvøðuni, sett í verk kortini, uttan nakra nýggja fólkaatkvøðu í 1948.

 

Ein gáva ómetalig dýr

Hetta brot á allar fólkaræðisligar grundreglur hevur síðani sett djúp spor í allan føroyskan politikk. Og tað er ikki ringt at skilja, at fyri tey mongu, ið stríddust fyri at vinna fólkaatkvøðuna, harav nógv eru millum okkara enn, kann tíðin eftir fólkaatkvøðuna kennast sera beisk og sum ein politiskur sorgarleikur.

 

Men at úrslitið gjørdist meiriluti fyri loysing, og at heimastýrið varð vrakað, var í veruleikanum ein gáva ómetalig dýr til øll ættarlið, ið síðani eru sett við á hesum klettum. Tí hevði tað eydnast at fáa føroyingar at atkvøða á fólkaatkvøðuni fyri heimastýrinum og ímóti loysingini, so hevði beinanvegin verið boðað altjóða samfelagnum frá, at vit nú høvdu nýtt okkara sjálsavgerðarætt til at lima okkum inn í danska ríkið – og føroyska sjálvstýrisstríðið hevði uttan iva endað har fyri 63 árum síðani, eins og vit hava sæð í so mongum øðrum londum lík okkara.

 

Drívmegin í samfelagsmenning síðani

Men frælsisrørslan og sjálvstýrisstríðið hava síðani fólkaatkvøðuna hildið á, og hava ment seg og samfelagið í hvørjum, hóast afturstig og stóra mótstøðu í okkara flokspolitisku skipan.

 

Øll tey, tøk ið eru tikin, og sum vit í dag øll meta sum grundarlagið undir okkara framtíð, eru tikin við stríðnum fyri frælsi, javnrætti og fólkaræði sum drívmegi. Mótstøðan og vanligt afturhald hava altíð verið stór, men tá vit hava tikið ábyrgdina á okkum og eru farin undir tað, hava vit altíð savnast um tað, tá ein tíð er fráliðin.

 

Vit kunnu bert nevna:

Øll tey mál og tann umsiting av málum, sum í dag er á føroyskum hondum

Stríðið fyri einum føroyskum skúla og føroyskum undirvísingartilfari og undirvísingarmáli – eisini í okkara miðnámsskúlum og hægri skúlum (sum tó als ikki er liðugt enn)

Útbyggingin av okkara vegum, havnum, telefonneti, elneti og infrakervið sum heild

Stríðið fyri egnum fiskimarki

Egnar fiskiveiðiavtalur og handilsavtalur

Føroyskt útvarp og sjónvarp

Umsitingin av undirgrundini

Fróðskaparsetur Føroya

Mentanargrunnur landsins

Føroyskar bókmentir

Føroyskar orðabøkur til heimsmálini

Føroyska listin

Musikkskúlin og tónleikalívið

Tjóðpallur og føroysk leiklist

Føroyskt flogfelag

Føroysk kirkja

Føroysk arbeiðsloysisskipan og fígging av vælferðar- og heilsutænastum

Altjóða luttøka í fótbólti og øðrum ítrótti undir egnum navni

At minka sonevnda blokkstuðulin og at læsa hann fastan

 

Og vit kunnu halda fram. Alt er sjálvsagt ikki nóg gott, ið vit hava gjørt. Men framstigini eru kortini altíð hend, har vit sjálv hava tikið alla ábyrgd og hava kunnað samskift beinleiðis við onnur lond. Hetta eru tey mál, sum savna okkum í dag og eru drívmegin í at menna Føroyar.

 

At skapa varðandi virðir

Og hví hevur tað so stórt virði, tá vit hava tikið ábyrgd av viðurskiftunum sjálv, heldur enn bara at dúva uppá at verða undirdeildir av øðrum skipanum?

 

Tí at tá menna vit egnar førleikar ,og tá hava vit fólkaræðisliga ávirkan á og ábyrgd av avgerðunum. Hvussu nógv vællærd fólk høvdu vit havt í Føroyum, um vit ikki høvdu bygt egna fyrisiting upp í Føroyum? Og hvussu nógv vællærd fólk høvdu starvast og fingið sær útbúgving í Føroyum, um vit ikki sjálv høvdu tikið skúla og vælferðartænastur á egnar hendur? Og hvussu nógv vællærd fólk kundu vit ikki fingið at skapt framtíð í Føroyum, tá vit sjálv fyrisita øll okkara mál – og ikki minst uttanríkispolitikk, útlendingapolitikk, løgreglu o.a.?

 

Annað dømið um tað, ið skapar grundarlag undir framtíðini, er Arbeiðsloysisskipanin, ið varð skipað og fíggjað av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum undir seinastu kreppu. Tað var jú ongin bjarging aðrastaðni frá, men vit rindaðu allar kostir og trupullaikar sjálv. Áðrenn tað, høvdu kanska nógv hugsað, at onkur annar skuldi gjalda og bjarga okkum, um tíðirnar versnaðu. Men nú hava vit eina skipan, ið vit sjálvi gjalda til og hava fólkaræðisliga ábyrgd av, og hetta er í dag ein tann týdningarmesta trygdarsúlan undir føroyska búskapinum.

 

Eisini vita vit, at høvdu vit ikki ført fullveldispolitikk, tikið ábyrgdina av nýggjum málsøkjum og minka blokkin í 2001 – og samstundis niðurgoldið skuld og spart meira en 2 milliardir upp, so høvdu vit ikki staðið okkum í núverandi kreppu. Hetta eru virðir, ið vit sjálv hava skapt – og alt tos um, at Danmark ella onnur hava bjargað okkum í kreppuni, er beinleiðis niðurgerandi mótvegis tí fólki, ið hevur skapt og goldið virðini.

 

Nútímans tjóðarbygging

Her í 2009 tykist eitt drúgt dølskni og ein stór andstygd fyri politikki at vinda uppá seg. Tað er væl skilligt, tá boðskapurin frá sitandi løgmanni er, at tryggleikin og framtíðin hjá okkum liggur í at geva sjálvræðið frá okkum – og at onnur hava heiðurin av, at vit yvirliva og menna okkum í Føroyum. Til slíkt undirbrotligheitstos er bert at spyrja: Hvørji mál hevur politiska sambandsrørslan í Føroyum sett fram og stríðst fyri, sum vit í dag meta sum frambrot, vunnar sigrar og grundarlag fyri framtíðini?

 

Endamálið hjá okkum frameftir er at skapa varðandi virðir. At byggja tað upp, sum mennir okkara førleikar, sjálsvirðing, stoltleika og møguleikar í heiminum – og sum vit hava fólkaræðisliga ábyrgd av og ávirkan á.

 

Vit skulu skipa eina nútímans tjóðarbygging, har vit taka beinleiðis lut í altjóða samfelagnum.

 

Setningurin er greiður:

Føroyska grundlóg til fólkaatkvøðu.

Øll mál á føroyskar hendur.

Avtalu við Danmark um framtíðar samstarv millum tvey sjálvstøðug lond og fólkaatkvøðu um at skipa tær sjálvstøðugu Føroyar.

Uttanríkspolitikkur, har vit frítt kunnu gera avtalur við onnur lond og gerast limur í teimum felagsskapum, vit ynskja.

Siðaskifti í okkara fiskivinnupolitikki, soleiðis, at nú stovnarnir koma fyri seg skapa vit eina burðardygga vinnu og ein búskaparvøkstur, har onnur hvør eyka króna í landskassan fer til at gera okkum leys av blokkstuðli og hin til at útbyggja og menna samfelagið.

Eitt altjóða universitet og gransking.

Ein altjóða flogvøll.

Ein miðvísan mentanarpolitikk.

Veruligar tænastur til okkara veikastu samfelagsborgarar.

Treytaleysa rættartrygd og nærlagni í fyrisitingini.

Og ikki minst: Eina dygga umlegging í okkara umhvørvis-, orku- og tilfeingispolitikki, har vit, ið liggja mitt í Norðuratlantshavi í einum av heimsins kovum, kunnu gerast grønasta landið í heiminum í breiðastu merking.