Tá kappingin SuSwim Open 2019, sum hevur verið um vikuskiftið, endaði í dag, kunngjørdi Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya, hvørjir teir 14 svimjararnir eru, sum hava klárað kravtíð til Bergen Swim Festival 2019.
Tey eru:
Barbara Debes (2000), Ægir
Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
Birita Debes (1995), FLOT
Eyðrið Mortensen (2003), HS
Johan N. Dam (2002), HS
Kristina í Skála (2005), HS
Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
Rói Bech (2001), SuSvim
Rókur Trygvason (2000), Ægir
Róland Toftum (1998), SuSvim
Sára R. Nysted (2001), SuSvim
Signhild Joensen (2000), Ægir
Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
Vár E. Eidesgaard (2001), HS
Starvsnevnd SSF fer nú komandi dagar at viðgera, um hetta er samlaða liðið, ella um onkur kemur afturat.
Starvsnevnd SSF hevur tó longu áðrenn hesa stevnu avgjørt, at Anita R. Nysted verður ferðaleiðari hjá hópinum, og at bjóða teimum høvuðsvenjarum við sum hesir svimjarar umboða.
Hópurin møtist vónandi aftur longu um tvær vikur, til landsliðslegu í Vági. Og tey koma at møtast aftur í Vági eisini í vikuni aftaná Bergen Swim Festival, tá ið vit vónandi hava eina heimsstjørnu við okkum eisini.
Bergen Swim Festival verður 5. til 7. apríl 2019.