Í dag klokkan 10 lat stóra fiskivinnuframsýningin »European Seafood Exposition« í Brússel upp. Føroyar eru væl umboðaðar á framsýningini.
Framsýningin lat dyrnar upp í dag kl 10.00, og fólk streyma til alla staðni frá. Merkið smæðist ikki burtur ímillum fløggini, ið veittra uttan fyri høllina. Føroyar eru eitt av fáu londunum, ið hava luttikið á framsýningini, síðan hon fyrstu ferð varð hildin í 1986.
Á hesi altjóða framsýning hittast keyparar og seljarar úr 140 londum, og samanlagt er vanliga talan um 1.600 fyritøkur, ið sína fram sínar vørur. Úr Føroyum luttaka 15 fyriøkur umframt tríggir almennir og komunalir stovnar. Fyritøkurnar, ið luttaka eru:
Bakkafrost Orca
Nevið
JFK
Kósin
Landshandilin
Delta Seafood
TG Seafood
Sandoy Seafood
Luna
PRG Export
Faroe Seafood
Tavan
Primafisk
Fiskamarknaður Føroya
Vegna tað almenna luttaka Invest in the Faroes, Fiskaaling, Fuglafjarðar Kommuna og Uttanríkisráðið. Uttanríkisráðið er samskipari av føroyska landabásinum í Brússel, og aftur í ár hevur Vinnuframagrunnurin latið stuðul til básaøkið.
- At hava ein føroyskan landsbás á European Seafood Exposition er týdningarmikið fyri Føroyar, tí her branda vit føroyskar fiskavørur og Føroyar sum land, sigur Durita í Grótinum samskipari úr Uttanríkisráðnum.