15. meistaraheitið hjá Marjun Kalsø

Marjun Kalsø er um nakar ímyndin av føroyskum flogbólti, og leygardagin vann hon sítt 15. meistaraheiti í fremstu kvinnudeildini

Flogbóltsgull

Hóast Marjun Kalsø hevur vunnið føroyameistaraheitið so ofta, so heldur hon, at tað er líka stuttligt hvørja ferð. Undan dystinum móti ÍF leygardagin var væntað, at talan fór at verða um ein avgreiðslusigur, og Marjun Kalsø ásannar, at mótstøðan var harðari, enn tær høvdu væntað.

Framtíðin sær góð út
Marjun Kalsø sigur, at ÍF beit nógv meiri frá sær, enn hon hevði væntað. Hon heldur eisini, at tað merktist hjá Mjølnir, at tað vóru onkrir leikarar, ið ikki áður hava leikt slíkar avgerandi dystir um meistaraheitið. Eisini var onkur av lyklaleikarunum hjá Mjølnir júst komin aftur av flatlondum, og tað ávirkaði spælið nakað, sigur Marjun.
Nú gullið er komið aftur til Klaksvíkar, er nærliggjandi at spyrja, hvussu tað sær út við framtíðini hjá flogbóltinum í Klaksvík. Til hetta sigur Marjun, at framtíðin sær ljós út, og at Mjølnir hevur nógv ungt og gott fólk, ið av álvara bankar upp á dyrnar til besta liðið. Hon heldur eisini, at góðu úrslitini hjá Mjølnir í ár hava ótrúliga stóran týdning fyri trivnaðin innan flogbólt í Klaksvík.
Sum áðurnevnt heldur Marjun Kalsø tað verða líka stuttligt at gerast føroyameistari fyri 15. ferð, sum tað var fyrstu ferð, og ein av orsøkunum til hetta er, at tað støðið innan flogbóltin í Føroyum er hækkað nógv seinnu árini, og tað er fyrst og fremst teimum útlendsku leikarunum fyri at takka, sigur Marjun Kalsø.