15 milliónir til sendistovur

- Ein stórur dagur fyri føroyskan uttanríkispolitikk, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, eftir at løgtingið hevur játtað tvær milliónir til at seta á stovn sendistovu í Moskva

- Ein stórur dagur fyri føroyskan uttanríkispolitikk, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, eftir at løgtingið hevur játtað tvær milliónir til at seta á stovn sendistovu í Moskva.

Fimta sendistovan hjá Føroyum er nú áveg. Løgtingið hevur í kvøld játtað tvær milliónir krónur til at seta á stovn eina føroyska sendistovu í russiska høvuðsstaðnum Moskva.

Les eisini: Fíggjarlógin avgreidd

Enn er tó lítið at frætta um endamálið við hesi sendistovu, annað enn at hon skal brúkast til at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond, sum tikið verður til.

Hóast ein føroysk sendistova í Moskva verður mett at kosta góðar tríggjar milliónir krónur, so hevur løgmaður við játtanini á tvær milliónir góðar vónir.

- Málið er at fáa sendistovuna at virka í komandi ári, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í almennari fráboðan í kvøld.

Føroyar hava frammanundan sendistovur í Keypmannahavn, London, Reykjavík og Brússel.

Hesar fýra sendistovur kosta næsta ár 12,6 milliónir krónur at reka. Og í kvøld hevur løgtingið so játta tvær milliónir krónur afturat til at seta á stovn eina nýggja sendistovu í Moskva.